Fjepparin: Johnny Lamhauge

Fjepparin hesa ferð er Johnny Lamhauge, sum mangan er at finna handan leiktjøldini í hondbólti og øðrum ítrótti her á staðnum, og sum altíð er fúsur at rætta ein hjálpandi hond.

Navn og aldur?
Johnny Lamhauge, 29 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Ja, rímuliga fast pláss líka sunnanfyri miðjuna, niðri við vøllin.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, spældi í ungdómsdeildunum. Plagdi at vera mið bakkur/vinstri bakkur.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin hevur altíð verið har. Flest allir dreingirnir spældu fótbólt, og á tann hátt gjørdist man nokk áhugaður. Árgangurin hjá okkum var eisini rímuliga dugnaligur, men tíverri so síggja vit ongar frá árgangi 1983 á besta liðnum í dag.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Tað er trupult at taka nakran fram um annan á dagsins liði, men ein maður sum Sjúrður Jacobsen imponerar hvørjafer, og hevur givið nógv til felag og áskoðarar.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Onkursvegna var løtan á Tórsvølli í 2002 nakað heilt serligt, men føroyameistaraheitið í 2007 er størsta løtan.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Styrkin hjá NSÍ liggur í væl skipaðum verjuspæli og einum sera skørpum Klæmint Olsen tá málmøguleikar stinga seg upp.

Sunnudagin møta vit B68 við Løkin. Hvussu vildi tú lýst B68 sum mótstøðulið?
B68 gevur alt í dystum móti NSÍ og í tí støðu teir eru í nú, í niðurflytingar vanda, so er kravið til toftamenn ein sigur. Um B68 fær spælið at koyra, so vera teir heilt vist farligir.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
Eg vænti at okkara menn fara at fáa 3 stig. Vit vinna 2-1.

Líknandi tíðindi