Úr skotgrøvini: Sámal Olsen, B68

Í skotgrøvini hava vit Sámal Olsen, eina av eldsálunum í B68, sum eisini er nevndarlimur í felagnum.

Navn og aldur?
Sámal Olsen, 45 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Spældi upp til og við unglingar.

Tín yndisleikari hjá B68? – nú og/ella fyrr.
Bótsnillingurin Árni Højgaard pápi Oddur Højgaard, gavst bert ov tíðliga.

Størsta løtan við B68?
1984-85 og 92

Sunnudagin møta tit NSÍ. Hvussu verður dyturin?
Sum tað plagar , at vera ímillum B68 og NSÍ, ein altíð spennandi grannauppgerð við høgari leikferð, nógvum nærdystum og lívligum áskoðarum.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Teir eyðsýndu leikarnir vera uttan iva, teir sum mest vilja vinna dagsins dyst.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Eg væntið ein sigur 2 – 1 til B68

Líknandi tíðindi