Venjingardystur NSÍ Unglingar móti U-17 landsliðnum

Sunnudagin komandi kl 12.00 verður áhugaverdur venjingardystur við Løkin millum okkara unglingar (dreingir U-18) og føroyska U-17 landsliðið.

U-17 landsliðið skal leika í NM 5-12 august í Føroyum og í EM í Eysturíki í oktober. Londini sum luttaka í NM í Føroyum telja so mætar fótbóltsjóðir sum Ongland, Danmark, Svøriki, Norra, Ísland og Finnland. Føroyska U-19 landsliðið luttekur eisini í kappingini.

Í U-17 hópinum eru tríggjir leikarar úr NSÍ. Teir eru Betuel Hansen, Leivur Højgaard og Meinhard Olsen. Leikarnir spæla á okkara dreingjum U-16 og dreingjum U-18. Sunnudagin vera teir við á U-17 landsliðnum.

Endaliga U-17 landsliðshópurin uppá 18 mans verður úttikin 1. Juli. Venjarar á U-17 landsliðnum eru Áki Johansen og Poul F. Joensen.

Líknandi tíðindi