2-ára sáttmáli: Pól Jóhannus heldur fram í NSÍ!

NSÍ hevur í dag skrivað undir nýggjan 2-ára sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen. Hetta merkir, at Pól Jóhannus eisini spælir við NSÍ í kappingarárunum 2016 og 2017.

Pól Jóhannus er ein sera týdningarmikil partur av NSÍ-liðnum. Við sínum royndum og styrki, so er hann ein undangongumaður hjá gula liðnum úr Runavík. Hann er eisini fastur maður í landsliðshópinum.

Pól Jóhannus kann spæla nógvastaðni á vøllinum. Í ár hevur hann spælt á vinstra bakki, men seinastu nógvu dystirnar hevur hann spælt á miðjuni. Fleiri av dystunum hevur hann spælt sum offensivur miðvallari, og hevur hann skotið heili 8 mál í landskappingini í ár. Hartil fekk hann tvey mál í heimasigrinum ímóti Linfield í Europa League.

Umframt málini, so liggur innsatsurin hjá Pól Jóhannus ongantíð eftir, og tískil fegnast NSÍ-nevndin um hendan sáttmálan. NSÍ hevur við hesum 12 sáttmálar, ið eru galdandi fyri næsta kappingarár.

Tað eru spennandi tíðir fyri framman við Løkin í Runavík.

Líknandi tíðindi