Sera týðandi sigur: TB-NSÍ 1-3

Veðrið var frálíkt tá TB møtti NSÍ á nýggja vøllinum við Stórá. Nakað av vindi lá longs eftir vøllinum men tað darvaði ikki spælinum stórvegis.

Fyri bæði liðini var talan um ein “seks stig dyst”. Fyri heimaliðið at leggja sjógv til botnliðini og nærkast Evropa plássinum og fyri útiliðið at koma longri frá botninum og nærkast liðunum í miðjuni á stigatalvuni.

Fitt av NSÍ viðhaldsfólki høvdu leita sær suður við Smyril í góðveðrinum i dag. Sum vanligt er til heimadystirnar hjá TB vóru nógv viðhaldsfólki komin at stuðla aldursforsetanum, sum veruliga hevur sett dagskránna á framúrskarandi vøllinum við Stórá í Trongisvági.

Lagt var tí upp til ein sera spennandi dyst, tá dómarin Ransin Djurhuus bríkslaði dystin í gongd kl 15.

NSÍ  byrjaði í eini 4-4-1-1 uppstilling. Kristian í málinum. Miðverjuna mannaðu Helgi og Pál. Á bakkunum vóru Monrad og Sjúrði. Á sentrala miðvøllinum vóru Magnus og Andras. Árni og Jann Martin vóru á kantunum og Ari og Klæmint vóru fremstu mennirnir.

Tað var NSÍ sum fekk ta bestu byrjanina. Teir løgdu eitt stórt trýst á TB verjuna frá byrjan og fingu fleiri hornaspørk á rað.

TB royndi seg mest uppá mótálop. Framrættaðu spælarnir hjá TB, við unga Gilla Sørensen á odda, eru sera skjótir og vandamiklir fyri eina og hvørja verju. Serliga Gilli gav NSÍ verjuni høvuðbríggj.

At síggja til var taktikkurin hjá TB at spæla Gilla í dýpdina og hetta eydnaðist fleiri ferðir. Var tað ikki fyri skjótleikanum hjá okkara verjukempu Pál kundi verið galið. Í 11 min fer TB í mótálop. Gilli verður spældur í dýbdina og gerst fríur men í evstu løtu eydnast Pál at fáa sparka bóltin út til horna. Sama støða er bert fáar min seinni men aftur fer Pál ruddað burtur í evstu løtu.

Teir næstu 20 min hevði NSÍ fult tamarhald á dystinum. Uppspælið var gott og tolið og serliga Magnus á miðvøllinum dugdi sera væl at flyta bóltin runt. TB verjan royndi at brúka rangstøðufelluna og riggaði hetta væl og NSÍ leikarnar komu ov ofta í rangstøðu.

Í 37 min leggur NSÍ seg sá odda 1-0. NSÍ fær fríspark nakað frammanfyri miðjuna í høgru síðu. Jann Martin leggur eina sera góða sending inn í TB brotsteigin. Har setir Klæmint hegnisliga høvdið á og stýrir bóltinum upp í handara horn uttan at Ivan í TB málinum hevði nakran møguleika at bjarga. Eitt sera flott mál.

Bert tveir min seinni javnar TB til 1-1. TB fer í mótálop og Gilli verður spældur fríur mitt fyri í NSÍ brotsteiginum og hesaferð setur hann bóltin í netið.

NSÍ er nær við at leggja seg á odda aftur, beint áðrenn dómarin bríkslar fyrra hálvleik av. Dómarin dømir fríspark langt úti í vinstru síðu umleið 25 min frá TB baklinjuni. Magnus Olsen verður settur at skjóta og bólturin er nær við at fara í mál men Ivan í TB málinum boksar bóltin uppum.

Hálvleiksstøðan var 1-1.

TB hevði vindin undan í seinna hálvleiki. Teir fyrstu 5 min fáa bæði liðini hvør sín stóran málmøguleika. TB málverjin kemur gott út og fær boksað bóltin av vandaleið tá Klæmint verður spældur fríur og Gilli hjá TB er ikki nóg neyvur í avgerandi skotløtuni.

Í 53 min kemur NSÍ í eina góða frísparksstøðu, beint í miðkringinum uttan fyri 16 meturin hjá TB. Magnus verður settur at skjóta. Sera hegnisliga skrúvar hann bóltin uppum TB verjuna. Bólturin er á veg í handara málhorn men Ivan ger eina framúr bjarging og fær boksað bóltin uppum til horna.

Tað næsta korterið er tað TB sum setur NSÍ undir stórt trýst. Í 60 min hevur Bojan hjá TB eitt gott langskot  men Kristian stórbjargar.

Í 66 min bjóðar Árni Fredriksberg av í vinstru síðu. Kemur væl inní brotsteigin og velur at skjóta uppá málið. Betra loysnin hevði nokk verið at spælt Ara sum var púra fríur høgru-megin Árna. Árni spældi annars ein sera góðan dyst.

Í 68 min leggur NSÍ seg á odda 2-1. Aftur er tað Árni sum brótur ígjøgnum í vinstru síðu. Komin aftur á baklinjuna leggur hann eitt hart og flatt skott inn mitt fyri TB málið og Klæmint setur fótin á bóltin og stýrir honum trygt í málið.

Bert tveir min seinni økir NSÍ um leiðsluna til 3-1. Hesuferð er tað Jann Martin sum brótur ígjøgnum í høgru síðu. Hann finnur sera hegnisliga Magnus sum er komin framvið og  Magnus stýrir bóltin ósvikaliga trygt í netið.

Tað síðstu løtuna kastaði TB nógv fólk framm fyri at fáa mál, men NSÍ verjan stóð sera trygg. TB royndi seg nú við langskotum. Bæði í 73 og 76 min royna teir seg við góðum langskotum.Ta fyrru ferðina rakti bólturin trýkantin og út og seinnu ferðina bjargaði Kristian sera væl.

At TB arnir satsaðu nógv frameftir gav NSÍ góðar kontra møguleikar. Í 81 min verður Klæmint púra fríur frammanfyri TB málinum  men í evstu løtu fær Óli Johannesen  takla Klæmint.

Teir seinastu 10 min komu Óli, Bjarki og Debes inn fyri Andras, Jann Martin og Ari. Tað sum eftir av dystinum stýrdi NSÍ, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 3-1 til NSÍ.

Við sigrinum lyfti NSÍ seg av niðurflytingar plássinum og eru nú bert tvey stig aftanfyri TB og fýra stig aftanfyri B36.

Næstu dystur verður heima við Løkin komandi sunnudag 24 juni tá B68 kemur á vitjan.

Hagtøl:

37 min. 0-1: Klæmint Olsen NSÍ

39 min. 1-1: Gilli Sørensen TB

68 min. 1-2: Klæmint Olsen NSÍ

70 min. 1-3: Magnus Olsen NSÍ

Liðið: Kristian Joensen, Sjúrður Jacobsen, Monrad Holm, Helgi L. Petersen, Pál Joensen, Magnus Olsen, Andras Frederiksberg(82 min Óli Arge) Jann Martin Mortensen (86 min Bjarki Danielsen) Árni Frederiksberg, Ari Ellingsgaard (88 min Debes Danielsen) og Klæmint A. Olsen. Á beinkinum uttan at koma inn Jústines Hansen, og Pætur Høj. Venjari Kári Reynheim. Hjálparvenjari Tummas Djurhuus. Liðleiðari Andras Olsen. Vøddamýkjari Marjun Thomassen.

Niðanfyri eru myndir, sum Johnny Lamhauge tók.
[nggallery id=212]

Líknandi tíðindi