Betri-liðini

Meistaraspæl á Argjum: AB-NSÍ 0-7

NSÍ vann stórsigur á AB á Argjum í dag. Endaliga úrslitið var 0-7, men tað kundi eins væl verið størri. Dysturin í dag var besta dømi um, hvat hendir, tá alt riggar hjá øðrum liðinum og einki hjá hinum.

NSÍ byrjaði við hesum 11: Andras, Jónhard, Per, Jens, Einar, Árni, Sjúrður, Magnus, Andy, Jann Martin og Klæmint.

Klæmint legði okkum á odda 0-1 longu í 6. minutti, og fyri hvørt mál, sum vit fingu, gjørdust okkara bara djarvari, og tað hevði við sær, at vit til tíðir sóu heilt fantastiska flott spæl við nógvum fixum detaljum.

Serliga í fyrra hálvleiki bleiv stórt sæð bara spælt uppá AB-málið. Árni og Andy sluppu lættliga framvið á kantunum. Magnus og Sjúrður vunnu alt á miðjuni, og Klæmint vann luftbóltarnar har frammi, og var annars lívsfarligur frammanfyri málið.

Klæmint økti til 0-2 við høvdara í 15. minutti. Ein AB-ari høvdaði í egið mál til 0-3 í 23. minutti, eftir at Klæmint hevði høvda eitt innlegg innfyri aftur.

Í 35. minutti setti Andy bóltin lætt í netið við innarusíðuni til 0-4 eftir innleggi frá Árna úr vinstru síðu.

Í 40. minutti økti Árni til 0-5 við fløtum skoti, eftir at fleiri NSÍ-arar stóðu í kø til at sleppa at skjóta. Hálvleiksstøðan var sostatt 0-5 og kundi hon løttliga havt verið meira.

Tað tóktist, sum AB hevði umskipað seg nakað, tá teir komu inn til annan hálvleik. Eina góða løtu vóru teir longur uppi á vøllunum og komu til onkrar málmøguleikar. Hetta gav hinvegin NSÍ góðan møguleika at kontra.

Í 67. minutti skrúvaði Jann Martin eitt fríspark úr vinstru síðu innfyri til handaru stong, og har var Klæmint hægstur, og so var støðan 0-6.

Og í 72. minutti skjeyt Klæmint eitt beinleiðis fríspark úr einum 20 metrum uppum múrin og í trýkantin – eitt sera vakurt mál til 0-7.

Onkrar útskiftingar vóru gjørdar móti endanum. Debes kom inn fyri Andy í 69. minutti, Haraldur kom inn fyri Magnus í 73. minutti og Jákup Andrias kom á vøllin fyri Jann Martin í 83. minutti.

Nógvir NSÍ-fjepparar vóru at síggja á Argjum í dag og kundu tey rættiliga nýta vakra, kvika og tekniska spælið, sum gav heili 7 mál. Komandi vikuskifti taka vit móti Skála við Løkin.

AB-NSÍ 0-7
6′ 0-1 Klæmint A. Olsen
15′ 0-2 Klæmint A. Olsen
22′ Gult kort Bárður Olsen
23′ 0-3 Jógvan Isaksen (sjálvmál)
31′ Gult kort Leivur H. Joensen
35′ 0-4 Andy Ó. Olsen
40′ 0-5 Árni Frederiksberg
67′ 0-6 Klæmint A. Olsen
72′ 0-7 Klæmint A. Olsen
83′ Gult kort Kári Nielsen

NSÍ: Andras, Jónhard, Per, Jens, Einar, Árni, Sjúrður, Magnus (73′ Haraldur), Andy (69′ Debes), Jann Martin (83′ Jákup Andrias) og Klæmint

Líknandi tíðindi