Dreingir U-14: NSI-07 Vestur 1-0

Leygardagin varð farið undir seinnu rundu í kappingini hjá U14. Tó mangla vit at leika móti Víkingi, HB og KÍ, tí dreingirnir hava verið á námsferðum.
 
Leygardagin høvdu vit vitjan av 07 Vestur. Í fyrra dystinum í Sandavági vunnu okkara dreingir 3-1. Tað var ein rímiliga tryggur sigur, hóast nokkso javnt leikaði á. Leygardagin var uppgerðin nógv tættari. Í øllum førum um vit hyggja at úrslitinum. Tað venda vit aftur til seinni.
 
Okkara dreingir byrjaðu væl. Teir settu seg ígjøgnum alt fyri eitt, vunnu nærdystirnar og funnu væl hvønn annan. Eisini komu teir fram til fleiri málmøguleikar. Alt fyri eitt varð Sonni spældur púra blankur, men hann brendi, og hetta kom at eyðkenna dystin.
 
Teir vælvaksnu vágadreingirnir úr 07Vestur lógu aftarliga á vøllinum. Vunnu teir bóltin, varð hann sendur langa leið upp til einsamalla áloyparan. Men verjan hjá okkum stóð stinn. Fyrst Kári, Pætur og Rani og so seinni Mórits Heini.
 
Fyri at siga sum er, so høvdu vágadreingirnir ongan møguleika í fyrra hálvleiki. Okkara høvdu heilt nógvar, kanska mest hálvar málmøguleikar. Mest royndu teir seg við skotum úti frá. Mórits Heini, Heðin, Sonni og Aron tryktu av, men mál kom onki.
 
Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrsti. Okkara dreingir trýstu, og hinir satsaðu upp á skjót mótálop. Men dysturin leið, og onki mál tyktist skulu skilja liðini. So alt í einum var ein misskiljing í NSÍ verjuni. Einsamalli áloyparin hjá 07Vestur varð sendur avstað einsamallur móti málinum, men Petur Sjúrður var knappur og bjargaði einsatu atsóknini frá 07Vestur.
 
Nú fór dysturin inn í seinastu fasuna og spenningurin var í hæddini. Ikki minst millum mammurnar, sum sótu og hugdu. Tær tóku seg saman at rópa NSÍ-NSÍ í kór, og tá bragdaði.
 
Eftir eitt sindur av aftur og fram endaði bólturin fyri føturnar á Pæturi Hentze. Hóast staddur nakað útifrá, høgdi hann til, og bólturin streyk inn um longru stong til 1-0. Tað var forloysandi.
 
Eftir hetta stýrdu dreingirnir sigurin heim, og seinastu 12 minuttirnir eru ikki so nógv at skriva heim um. Saman um tikið spældu okkara dreingir sera væl skipaðan fótbólt. Tað var nú gott, at teir til seinast megnaðu at fáa tað eina málið, sum skuldi til. Men møguleikarnir vóru til fleiri – nógv fleiri mál. Tey koma kanska næstu ferð.
 
Eftir skránni eru komandi tveir dystirnir móti KÍ. Komandi landskappingardystur verður í Klaksvík 22. juni. Men áðrenn tað skulu dreingirnir royna seg í steypakappingini.
 
Á eystanstevnu komandi vikuskifti er hálvfinala móti júst KÍ á skránni í Runavík. Vinnarin av tí dystinum skal leika finalu á Tórsvølli 24. august.
 
Teir, sum mannaðu NSÍ, vóru:
Petur Sjúrður Lamhauge, Rani Lamhauge, Pætur Hentze, Kári Hansen, Aron Knudsen, Mórits Heini Mortensen, Heðin Nielsen Benjamin Knudsen, Sonni Mikkelsen, Dávid á Roykheyggi, Jógvan Højgaard, Sjúrður Pauli Nielsen og Elmar Jacobsen
 
Dystarfrasögn: Dan Lamhauge

Líknandi tíðindi