|

Peder Nersveen er nýggjur í NSÍ

NSÍ hevur í dag fingið tilgongd av einum nýggjum leikara. Talan er um Peder Nersveen, sum skiftir úr Hamkam úr Norra til NSÍ. Peder hevur hesa seinastu dagarnar verið í Runavík og vant við Betri hópinum hjá NSÍ, og var hann partur av venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin. Peder leikti mitt á miðjuni, og var hann eyðsyndur í dystinum, og vísti at hann avgjørt styrkjur um NSÍ hópin. Peder er 26 ára gamal, og leikti seinasta kappingarár við HamKam í Norra.

Nú er so greitt at Peder kemur at spæla við NSÍ í 2019, og gleða vit okkum til at síggja Peder í gulu troyggini.

 

Vit ynskja Peder vælkomnum og góða eydnu í NSÍ.

Líknandi tíðindi