Norðfrá stuðlar NSÍ
Norðfrá stuðlar NSÍ í kappingarárinum 2020. Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Norðfrá.
Áheitan um allar limir og íðkarar hjá NSÍ um at møta upp til Flaggdagshaldið mikudagin kl 13.30. Tit verða biðin um at møta við skúlan við Løkin kl 13.30. Vinarliga deili hettar uppslagið inn á allar facebook bólkar hjá felaginum, so øll fáa boðini. Møtið nú fjølment, SAMAN STANDA VIT STERK! Flaggdagshald – Umframt…
Venjarin settur! Sámal Erik er nýggjur venjari hjá NSÍ. Hettar bleiv kunngjørt leygarvøldi. Eisini er Runi Klein Joensen komin til NSÍ, og verður hann málmansvenjari. Vit ynskja Sámal Erik og Rúna hjartaliga vælkomnar til NSÍ, og góða eydnu í felaginum.
Hóskvøldið varð skipað fyri seinna innleiðandi umfari av spurnarkappingini frá Skipanesi til Æðuvíkar. Karmarnir í Løkshøll vóru sum altíð frálíkir. Aftrat spurnarkappingini vóru føstu innsløgini: frálíkar tónleikaframførðslur frá tónleikabreytini í 9. flokki, serútgávur av Vespureiðrinum – gestirnir hetta kvøldið vóru Harry Knudsen og Durita Joensen og Bjarki Danielsen og Sølvi Reinert Hansen – og drekkamunnur…
Dystarfrásøgn frá NSÍ-Skála, U14 dreingir. Dan Lamhauge U14 dreingirnir vunnu grannauppgerðina Seinastu dystirnir hjá U14a hava ikki roynst so væl. Fyrst máttu okkara lúta í steypafinaluni. Dysturin endaði 2-2. Okkara mál skutu Mórits Heini og Sonni. Dysturin mátti avgerast við brotspørkum og har drógu havnardreingirnir longra stráið. Dysturin eftir var móti B68, og har fingu…
Ein áskoðarafrásøgn úr London – Annika Klein Tá greitt varð, at NSÌ skuldi spæla ímóti Fulham í Europa League, avgjørdu eg og vinkonan Jóhanna, at um leiguferð bleiv fyriskipað, skuldu vit fara við til London. Týsmorgunin 28.06.2011 kl 10.15 sótu vit umborð á Atlantic Airways ávegis til London. London er ein spennandi býur, og vildu…
Ítróttarfólk og skótar verða biðin um at møta kl. 13.30 við Skúlan við Løkin Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin, hósdagin 25. apríl. Kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið) Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu heldur røðu, Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Aftaná verður ein…