Fyrsta almenna futsal kappingin í Føroyum eydnaðist væl

Fyrsta almenna futsal kappingin varð hildin í dag í Ítróttarhøllini í Runavík. Sí eisini myndirnar niðanfyri.

Sum fyriskipari av kappingini skrivaði NSÍ tí føroyska fótbóltssøgu í dag og tað eru vit sera errin av.

Sjey smádreingjalið luttóku í aldursbólkinum f. 1998-99. Liðini vóru hesi:

  • EB/Streymur
  • LF úr Hoyvík
  • FC Hoyvík
  • Víkingur
  • NSÌ
  • Birmingham úr Runavík
  • Skála

Kappingin byrjaði við at Alex Troleis, sum er ættaður úr Brasilia, men býr í Føroyum, greiddi frá reglunum í futsal fótbólti. Alex er óivað tann sum veit mest um døming av futsal dystum her á landi.

Smádreingjaliðini spældu seks dystir og leiktíðin var 7 min pr dyst. Liðini vóru jøvn og kappingin var spennandi. Endaliga úrslitið gjørdist at Birmingham úr Runavík vann gull. LF úr Hoyvík  silvur meðan NSÍ vann bronsu.

Í aldursbólkinum dreingir f. 1996-97, vóru bert tvey lið. NSÍ úr Runavík og Mr. Arnarsson úr EB/S.

Liðini spældu tveir dystir. Hvør dystur var 2×10 min. Vinnari gjørdist NSÍ.

Allir leikarnir vóru sera væl nøgdir við kappingina. Futsal er meira tekniskur, intensur og skjótleikin er munandi hægri, enn vanligur innandurafótbóltur.

Tað er ikki óhugsandi at NSÍ fer at skipa fyri futsal kapping seinni, fyri bædi yngri og eldri aldursbólkar, enn teir sum leiktu í dag.

Ungdómsdeildin takkar hjartaliga leikarum, dómarum og áskoðarum, sum gjørdi ta fyrstu almennu futsalkappingina í Føroyum sera væl eydnaða.

[nggallery id=192]

Líknandi tíðindi