|

Ársaðalfundur hjá NSÍ

Í samband við reglugerð felagsins, verður ársaðalfundur hjá NSÍ hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin 14.feb kl 19.00 Um fundurin ikki er viðtøkuførður, verður eykaaðalfundur aftaná aðalfundin sama kvøld. Uppskot til viðgerðar til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1.feb Sum §8 í reglugerð felagsins vísur á verður aðalfundurin hildin í…

|

B1 venjaraskeið í Lorvík vikuskiftið 1-3 Februar

< Endamál/innihald: B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Men B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum við eitt nú venjing av yngri børnum. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Evni, sum verða viðgjørd á B1 skeiðinum, eru...

Fótbóltsskúlin 2012 frásøgn og myndir (2. dagur)

Fótbóltsskúlin 2012 frásøgn og myndir (2. dagur)

Í dag var fótbóltsskúlin fyri leikarar í aldursbólkunum 12-16 ár. Umleið 40 leikarar fingu venjing frá kl 09.30 til kl 12.00 og so aftur frá kl 13.00 til 15.30. Millum kl 12 og 13 var matarpausa har luttakarnir fingu suppu og leikmeti. Venjingartemaið í dag var tað sama sum ígjár. Torførisstigið varð í mestan mun…

Fótbóltsskúlin 2012 (1. dagur)

Fótbóltsskúlin 2012 (1. dagur)

Í góðveðrinum í dag hava 60 leikararar í aldrinum 6-12 ár, roynt sín bóltførleika á fótbóltsskúlanum hjá NSÌ. Instruktørar í dag hava verið Mathias Davidsen, Jens Martin Knudsen, Andy Olsen, Bogi Løkin, Karl Løkin, Pól Johannes Justinussen, Johan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Christian Høgni Jacobsen, Einar Hansen og Tummas Eivind Hansen. Venjingin fyrrapartin var frá…

Karstin, Petur og Jannik úttiknir til U-15 landsliðið

Karstin, Petur og Jannik úttiknir til U-15 landsliðið

Í samband við at føroyska U-15 landsliðið skal luttaka í Brøndby Cup, hava landsliðsvenjarnir Hegga Samuelsen og Eli Hentze úttikið 18 leikarar. Kappingin í Brøndby er í døgunum 28. juli til 2. august. Tríggjir av leikarunum eru úr NSÍ. Hesir eru Karstin Hansen, Petur Knudsen og Jannik Olsen. Karstin Hansen er sera evnaríkur málverji, og…