Pól Jóhannus Justinussen spælir komandi kappingarár við NSÍ
Pól Jóhannus Justinussen hevur í kvøld skrivað undir Sáttmála við NSÍ fyri 2013
Pól Jóhannus Justinussen hevur í kvøld skrivað undir Sáttmála við NSÍ fyri 2013
B68-kempan og borgarstjórin í Nes kommunu væntar útisigur Undan dystunum spyrja vit eitt viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar Navn Símin Johannesen Tín yndisleikari hjá B68? Keita Størsta løtan við B68? Tá vit vunnu meistaraskapið í 1984 og 1985. Mikukvøldið møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt. NSÍ hevur seinastu árini verið eitt stabilt lið, sum eisini…
Dreingirnir hjá NSÍ, sum eru í Íslandi á venjingarlegu, vunnu fyrr í vikuni heili 18-2 móti Leiftri á Ólafsfirði í fyrsta dystinum á ferðini. Annar dysturin skuldi leikast móti KA úr Akureyri. KA er eitt av heilt sterku liðunum í Íslandi, og dreingirnir vóru spentir til dystin. Men, av einari ella aðrari orsøk bar brádliga…
U16 dreingirnir hjá NSÍ styrktu leygardagin um støðu sína í landskappingini við einum knúsandi 9-0 sigri á TB á jóansøku. Hóast dysturin varð leiktur í Trongisvági, so høvdu okkara dreingir fleiri viðhaldsfólk, enn mótstøðuliðið hevði í góðveðrinum við Stórá. Tað er góður stuðul. 1-0 bleiv tað eftir horna. Bólturin endaði hjá Rana, sum smekkaði til,…
NSÍ vann stórsigur á AB á Argjum í dag. Endaliga úrslitið var 0-7, men tað kundi eins væl verið størri. Dysturin í dag var besta dømi um, hvat hendir, tá alt riggar hjá øðrum liðinum og einki hjá hinum. NSÍ byrjaði við hesum 11: Andras, Jónhard, Per, Jens, Einar, Árni, Sjúrður, Magnus, Andy, Jann Martin…
Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí…
Ikki fyrrenn í evstu løtu eydnaðist tað okkara at fáa hol á. Og hvør annar enn Kaptain Klæmint, sjálvandi! Liðið ímóti Skála: Fyri aðruferð í ár vóru vit vertir fyri kommunaluppgerðini ímóti Skála. Dysturin hevði í síni heild ikki nógvar málmøguleikar at bjóða uppá. Skála vardi enn einaferð sera væl, og vóru væl skipaðir á…
Ongar vørur eru í kurvuni