Betri-liðini

B36-NSÍ 3-1 (0-0)

Lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadali, har NSÍ skuldi kempa fyri at varðveita bronsuplássið.

Lat tad vera sagt beinanvegin, at liðið skapti ov lítið frammeftir, har vit skulu koma til avslutningar. Vit spæla flott tekniskt spæl og vit hava framúr tekniskar leikarar á liðnum.

Í teimum fyrstu 10 min hendi ikki nógv, onkur hálv álop vóru, men tað gjørdist ongantíd vandamikið. Tá 12 min vóru leiktir fekk Jens Joensen gult kort aftaná B36 skjótálop.
Okkara fyrsta nøkulunda álop kom aftaná 16 min, langt skifti frá Andy til Árna endaði við skoti frá fyrst Pól Johannus og síðan Árna, men bólturin var avrættaður omanfyri málið til horna

Besta periodan hjá B36 var um miðjan fyrra hálvleik, og høvdu onkrar naskar royndir á málið hjá okkum. Ein av hesum royndunum var frá frálíka evnaríka tvøradronginum hjá B36 Gilli Sørensen, hann trekti úr vinstru inn í banan og smekkað eitt flatt skot í nærmaru stong, men Kristian í NSÍ málinum kastaði seg niður og bjargaði skotinum.

Eitt av teimum heilt góðu álopinum í fyrra hálvleiki kom eftir 28 min. Árni vinnur bóltin á NSÍ hálvuni, setur ferð á frammeftir. Við frálíkum skifti finnur hann Andy, sum beinanvegin bjódar B36 verjuni av. Andy skuldi heldur havt skotið, ístaðin fyri at royna at dribbla móstandara av, tískil spurdist einans horna úr hesi atsókn.

B36 hevði ikki tað stóra at bjóða uppá, men nakrar umstillingsstøður vóru teir skjótir at kontra NSÍ, og tað kostaði so næsta gula kortið sum Einar fekk, hetta var aftaná 34 min. Móti endanum av fyrra hálvleiki fingu vit vandamikð fríspark 25 mtr úti, nakað til høgru, hetta fríspark var gjørt móti Árna. Árni skjeyt sjálvur, og skotið fór væl omanfyri.

Fyrri hálvleikur endaði sostatt 0-0

Vit byrjaðu betur seinnra hálvleik, og løgdu trýst á B36 heilt frammi á vøllinum. Hetta gav eisini nakrar málmøguleikar, men altíð kom eitt B36 bein í vegin, og spurdist tí onki mál burtur úr hesum.

Tá góðir 65 min eru spældir sendir Einar ein gódan diagonal bólt yvur í høgru til Árna, Árni trekkjir inn í banan og smekkar uppa mál, men skotið fór beint við síðuna av.

Í 73 min fær B36 mál, heilt í móti ætlan, tí vit høvdu havt tað mesta. Á ein ella annan merkiligan hátt snýtti bólturin NSÍ verjuna, og B36 leikari gjørdist púra leysur í vinstru, hann sendir bóltin innfyri til ein fríðan Jákup á Borg, sum takkaði fyri hesa gávu og so var 1-0 til B36.

Vit svaraðu skjótt aftur.

77 min farnir Einar spælir Andrass millum verju og miðju hjá B36. Andrass finnur Árna í vinstru, spælir bóltin innum verjuleikara hjá B36, Árni sendir bóltin hart flatt innfyri málið, har Klæmint setur bóltin í netið, eitt sera flott mál.

Gleðin vardi ikki leingi, fáar min seinnri kom B36 á odda 2-1. Totalt ófarligt innkast í vinstru síðu endar við at ein púra fríður Benjamin Heinesen kann høvda bóltin í netið.

Hetta var sum at fáa ein vátan frammaná.

Venjarin hjá okkum valdi at gera nakrar útskiftingar 10 min fyri tíð. Meinhard Olsen kom innfyri Magnus Olsen, og Monrad Holm kom innfyri Sjúrður Jacobsen.

Vit royndu at trýsta alt tað vit mentu, fyri at javna, men sum oftani hendur so verður ein straffaður uppá kontra, ella hepni. B36 fekk eitt mál afturat í yvirtíðini sum Lawal skoraði og harvið endaði dysturin 3-1 til B36 sum fór uppá okkara bronsupláss

Liðið hjá okkum:
Kristian Joensen, Jonhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól J Justinussen, Einar T Hansen, Andy Olsen, Andrass Frederiksberg, Magnus Olsen (Meinhard Olsen), Sjúrður Jacobsen (Monrad Holm), Árni Frederiksberg, Klæmint A Olsen

Á bonkinum uttan at koma inn:
Betuel Hansen, Leivur Højgaard og Pætur Høj

Dystarfrásøgn: Trygvi Mortensen

Líknandi tíðindi