Betri-liðini

Tættur javnleikur í Gundadali: HB-NSÍ 1-1

Fyri aðru ferð uppá 4 dagar vitjaðu vit HB í Gundadali í dag. Hósdagin vunnu vit 0-1 í seinnu hálvfinaluni av kappingini um Løgmanssteypið, og í dag leiktu vit javnt 1-1 í 15. umfari av EFFO-deildini.

Magnus legði okkum á odda í 54. minutti, og Arnbjørn Hansen javnaði fyri HB í 77. minutti.

Vit byrjaðu við hesi manning: Andras, Jóhan, Per, Monrad, Einar, Pól Jóhannus, Magnus, Árni, Jonleif, Jann Martin og Klæmint. Á beinkinum vóru: Hákun, Andras, Jónhard, Haraldur og Jens.

Talan var yvirhøvur um ein javnan dyst, har liðini áttu hvør sín hálvleik. HB byrjaði heldur grammari, men vóru ikki vandamiklir í seinasta triðinginum av vøllinum.

Í 7. minutti spældi Einar bóltin afturum verjuna i vinstru síðu til Árna, sum sendi eina fantastiska avlevering innfyri til Klæmint, sum stútaði, men við eini refleksbjarging fekk Teitur vart fyri. Hetta sama uppspælið í vinstru síðu riggaði fleiri ferðir, serliga í fyrra hálvleiki.

Klæmint, Jann Martin og Jónleif arbeiddu væl í fyrra hálvleiki við at leggja høgt trýst á HB-verjuna. Í fleiri førum mátti HB spæla bóltin aftur til málverjan, heldur enn frameftir vøllinum, og kom málverjin meiri enn tí einu ferðina í dýrastu neyð av bóltinum.

Í 18. minutti spældu Jann Martin og Árni væl saman í vinstru síðu. Árni tekti inn í brotsteigin og sendi bóltin við høgra beini beint framvið handaru stong.

Móti endanum av hálvleikinum hevði HB bóltin meira.

Jónhard kom á vøllin fyri Jonleif í byrjanini av seinna hálvleiki.

Í 49. minutti spældi Árni ein langan bólt fram til Klæmint, og noyddist Jóhan Troest at gera fríspark fyri at steðga Klæmint. Fyri ómakin fekk Jóhan gult kort, og moti dystarenda fekk hann tað seinna gula og harvið reytt.

Í 54. minutti bragdaði hjá NSÍ. Árni fór í eitt skjótálop í vinstru síðu. Hann vann eitt innkast og gjørdi skjótt av og tveitti bóltin til Jann Martin, sum spældi hann inn á miðjuna til Magnus, sum skjeyt hart og flatt í málið til 0-1.

Í 59. minutti noyddist Árni skaddur av vøllinum. Og síðani tók HB yvir. Talan var nokk um eitt samanfall av, at okkara sterkasta álopsess fór út – nógv tann størsti parturin av álopunum hjá okkum høvdu verið í vinstru síðu – og at HB nú mátti reisa seg, fyri at fáa nakað burturúr dystunum.

Og seinasta hálva tíman komu vit undir eitt øgiligt HB-trýst. Vit høvdu torført við at sleppa úr egnari hálvu, og oftani bleiv bólturin bara beindur burtur í panikki.

Andras kom inn fyri Árna, og seinni kom Hákun inn fyri Magnus.

Í 77. minutti eydnaðist tað HB at javna. Eitt skot kom inn í brotsteigin, Arnbjørn fangaði bóltin og setti hann inn við handaru stong.

HB helt áfram at trýsta. Santos var fleiri ferðir nær við, og Levi Hanssen var eyðsýndur eisini.

Dysturin endaði 1-1, og er tað avgjørt góðkent, um hugsað verður um søguna hjá NSÍ í Gundadali. Hinvegin eru vit væl fyri í ár, og vónirnar vóru góðar eftir sigurin hóskvøldið. Í fyrra hálvleiki áttu vit at havt lagt okkum á odda. Og tað virkaði sum, at vit steðgaðu eitt sindur upp, eftir at vit fingu leiðsluna. Men hinvegin var eingin ivi um, at HB legði meira fyri í dag enn hóskvøldið. Og móti endanum var so nógv trýst, at tað gott kundi havt endað galið.

Næsta vikuskifti er landsliðssteðgur, og vikuna eftir, leygardagin 20. juni taka vit móti TB við Løkin.

Dysturin í tølum:

HB-NSÍ 1-1
26′ Gult kort Einar Tróndargjógv
51′ Gult kort Jóhan T. Davidsen
54′ 0-1 Magnus H. Olsen
77′ 1-1 Arnbjørn T. Hansen
78′ Gult kort Pól Jóhannus Justinussen
91′ Reytt kort (2 gul) Jóhan T. Davidsen

NSÍ:
1. András Gángó (M)
2. Per Langgaard
3. Monrad H. Jacobsen
7. Jann Martin Mortensen
9. Jonleif Højgaard Útskifting 46′
10. Klæmint A. Olsen (L)
11. Árni Frederiksberg Útskifting 61′
12. Einar Tróndargjógv
13. Pól Jóhannus Justinussen
15. Jóhan Jacobsen
18. Magnus H. Olsen Útskifting 70′

17. Jónhard Frederiksberg Innskifting 46′
6. Andras Frederiksberg Innskifting 61′
20. Hákun Edmundsson Innskifting 70′

Líknandi tíðindi