Betri-liðini

Víkingur – NSÍ: Fyrra 1/2 finala

Fótbóltur er eitt vakurt spæl, og serliga gerst tað spennandi tá ið leikast skal um, hvør skal í finaluna í eini steypakapping. Og tað var júst hetta fólk vóru savnaði um tann 29. mai klokkan 19.00. Í dýrdarveðrinum høvdu nógv fólk leita sær inn til Gøtu at síggja Víking og NSÍ dystast í fyrru ½ finaluni. Og lat tað vera sagt beinanvegin, hetta skuldi gerast ein ógvuliga góður og spennandi dystur, við nógvum málum.

Teir fyrstu ellivu sum byrjaðu inni hjá NSÍ vóru hesir: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen – Jonhard Frederiksberg – Pól Jóhannus Justinussen – Einar Tróndargjógv – Sjúrður Jacobsen – Andras Frederiksberg – Árni Frederiksberg – Jann Martin Mortensen – Andy Olsen – Klæmint Olsen. Á bonkinum sótu Pætur, Per, Leivur, Magnus og Debes.

Í byrjanini av dystinum tóktust NSÍ eitt sindur fjálturstungnir av, hvussu stóran týdning hesin dysturin hevði. Víkingur legði út sum óðir úlvar, og tá ið 3 minuttir vóru leiktir mundi enda galið. Bólturin verður spældur frá vinstru síðu og inn til ein púra blankan Filip Djordjevic sum tó skjeyt við síðunar av. Víkingur legði stórt trýst á NSÍ í byrjanini av dystinum, men spakuliga arbeiddu NSÍ seg meira og meira inn í dystin. Tá ið 22 minuttir vóru leiktir, fekk NSÍ ein stóran møguleika. Hornaspark var úti í høgru síðu, men bólturin varð skallaður vekk í fyrstu atløgu. Bólturin verður spældur útaftur til Árna sum legði hann væl innfyri og við aftaru stong kemur Pól Jóhannus móti bóltinum, men fær ikki ordiligt skot á, og samstundis fekk málverjin ein lítlan snudd.

Tá ið 32 minuttir vóru leiktir, leggur Víkingur seg á odda 1-0. Bólturin verður trillaður aftur til Hans Jørgen Djurhuus, sum úr langari frástøðu smekkar bóltin í netið. Kristian royndi at toyggja seg, men var ov stuttur. Beint eftir at Víkingur hevði lagt seg á odda 1-0 sóu ”teir gulu” eitt sindur ótryggir út, og mundi tað endað við at tað var 2-0 tveir minuttir aftaná. NSÍ missa bóltin í uppspælinum í verjuni, har Finnur strýkur avstað og skjýtir uttanfyri brotsteigin, men til alla lukku fór bólturin framvið málinum.

Tað tóktist sum at ungu menninir hjá NSÍ vaknaðu eftir hetta, og í 37 minutti fekk Klæmint ein risamøguleika til at javna. Eftir gott spæl sleppur Andy framvið vinstra bakki hjá Víkingi, og leggur bóltin innfyri. Málmaðurin hálvbjargar og dettur bólturin beint fyri føturnar á Klæmint sum lá niðri. Hann tekur bóltin til sín í 5 metrinum, trekkir framvið málmanninum, men trýstur av nøkrum verjuleikarum smekkar hann til og rakar á stongina. Hann skuldi tó koma at gera tað gott aftur, 2 minuttir seinni. Tá ið 39 minuttir eru leiktir, fáa NSÍ fríspark úti í vinstra borið nokkso frammaliga vøllinum. Bólturin verður lagdur væl innfyri, og hægstur millum bæði vinir og fíggindar, høvdar Klæmint bóltin í netið, og støðan var 1-1. Eftir hetta tóktust ”Teir gulu” vera farligari enn Víkingarnir, og um vit høvdu hepni við okkum kundi NSÍ havt fingið eitt mál aftrat áðrenn hálvleik. Tó var hálvleiksstøðan 1-1.

Hvat venjarin hevur sagt í hálvleikinum er trupult at meta um, men tá ið komið var inn til seinna hálvleik, hildu NSÍ fram har sum teir sleptu. Teir sóu út til at vera tendraðir og tá ið 49 minuttir vóru leiktir, mundi Andy lagt NSÍ á odda 2-1. Klæmint sleppur rættiliga leysur, og trekkir hann forbí málmannin sum tó ikki gevst við at renna eftir honum. Klæmint fekk ikki skot á, tí vinkulin var rættiliga spískur og víkingaverjan var komin aftur at verja málið. Klæmint ger av at leggja bóltin til Andy, sum trekkir inn í vøllin frá høgru og smekkar til, men ein Víkinga leikari kastar seg niður at verja fyri og síðani spurdist ikki meira burturúr tí støðuni. Tá ið 51 minuttir vóru farnir, gav trýsti hjá NSÍ endiliga mál. NSÍ fáa horna úr vinstru síðu, og leggur Jann Martin hann væl innfyri til Pól Jóhannus sum høvdar bóltin í netið, til støðuna 2-1. Eftir hetta fánaði dysturin eitt sindur og tað var ein góð løta, har ikki tað stóra hendi. Eftir 69 minuttir gera NSÍ sína fyrstu útskifting, har Magnus Olsen kom inn fyri Sjúrður Jacobsen.

Ein mátti ganga útfrá at Víkingur fór at koma við einum mótspæli, serliga tá ið teir høvdu heimavøll tann fyrra dystin. Og hetta mótspæl kom eisini. Tá ið 71 minuttir vóru leiktir fáa Víkingur fríspark úti í vinstra borið einar 20 metrar inni á okkara hálvu. Bólturin verður lagdur væl innfyri, og hægstur var Hanus Jacobsen sum høvdaði bóltin í netið til 2-2. Nú ráddi um ikki at missa alt á gólvið frá tí góða innsatsinum man hevði gjørt gjøgnum dystin, men fótbóltur er sera trupul at rokna út. 2 minuttir eftir at Hanus hevði javnað, leggur Kaj Leo í Bartalsstovu Víking á odda 3-2. NSÍ verjan fær ikki rudda bóltin vekk, og endin er at Kaj Leo gerst púra fríur og leggur bóltin uppundir nettakið hjá einum verjuleysum Kristian. Tá ið 80 minuttir vóru farnir av dystinum, verður Debes skiftur inn fyri Árna.

Eftir hetta tók Víkingur meira yvir og vísti tað seg at vera trupult at fáa bóltin av teimum. Tá ið 90 minuttir vóru leiktir sleppur høgri vongur hjá Víkingi forbí Einar og leggur hann væl innfyri, men Jonhard kastar seg niður og koyrir bóltin út til horna. Tá ið 93 minuttir vóru leiktir, varð dysturin floytaður av, og eftir stóðu Víkingur sum vinnarar við úrslitinum 3-2.

Um takast skal samanum dystin, so hava NSÍ eitt gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna. Hóast slaka byrjan, stríddu okkara menn seg væl inn í dystin, og vóru vit hepnari í fleiri støðum, so høvdu vit fingið eitt mál aftrat. Men soleiðis skuldi ikki vera, so nú er bara at bróta upp um ermar og seta seg upp til seinnu hálvfinaluna sum verður leikt í Runavík, tann 07.08.2013. Hóast tað er leingi at bíða, so hava vit eitt gott útgangsstøðið í og við at vit hava skorað 2 útivallamál.

”Saman standa vit sterk”

Skrivað av: Tummas Eivind J. Hansen
Mynd: Johnny Lamhauge

[nggallery id=232]

Líknandi tíðindi