Á vitjan hjá høvuðsstuðulinum Navigare

Týsdagin 29/08 varð besta mansliðið v.m. boðið inn til Søldafirðar, har ið Navigare hevur sína umsiting.

Á vitjani varð byrja við, at stjórin á Navigare, Álvur Højgaard, bjóðaði vælkomin, og greiddi frá hvør Navigare er. Tað varð fortalt um søguna hjá Navigare, hvussu alt byrjaði, um navnaskifti og til støðuna í dag. Eisini varð fortalt um hvussu gongur hjá felagnum í dag, og hvørjar ætlanir teir hava fyri framman. Eftir framløguna hjá Álvi, hevði Navigare ornað fyri einum døðgura og onkrum omaná. Eftir døðgurna var møguleiki at síggja umstøðurnar hjá Navigare í Søldafirði.

Navigare, ið fleiri kendu sum Frakt og Sand fyrr, hevur verið ein stuðul hjá NSÍ í mong ár, og fyri kappingarárið í ár og næsta ár er Navigare høvuðsstuðul hjá felagnum. Hetta eru vit í NSÍ takksom fyri.

Takk fyri eina góða løtu í Søldafirði og takk fyri stuðulin.

Viðheft eru myndir, ið Hjalmar Jóhan Juul hevur tikið.

Líknandi tíðindi