3 stig og finalupláss!

Kl 15:00 við Løkin tann 26.08 byrjaði dysturin hjá monninum, sum var í móti B68.

Mennirnir hjá okkum vóru klárir frá dystar byrjan, og lótu ongan iva vera, hvør skuldi dystin. Beinir Nolsøe byrjaði málskjótingina aftaná 9 minuttir, og við málum Betuel Hansen og Búa Egilsson, sum fekk tvey mál, var støðan 4 – 0 í hálvleikinum. Okkara menn løgdu framhaldandi trýst á í seinna hálvleiki, men málskjótingini gekk ikki eins væl sum í fyrra hálvleiki. Mamuka Toronjadze, ið varð innskiftur, og fekk málið til 5 – 0. Ein 5 – 0 (hálvleiksstøða 4 – 0) sigur og 3 stig!

Kvinnurnar leiktu seinnu hálvfinalu í móti Víkingi eisini leygardagin 26.08. Kvinnurnar høvdu vunnið fyrru hálvfinalu 4 – 1 við Løkin, men eisini í Sarpugerði lótu tær ongan iva verða. Eftir 11 minuttir varð støðan 0 – 1 til NSÍ. Sjálvmál er málið skrásett sum, men tað var Rúna Olsen, ið lyfti bóltin upp um málverjan. 0 – 1 var eisini hálvleiksstøðan, og í seinna hálvleiki fingu vit 4 mál afturat. Rúna Olsen skoraði fyrst upp á brotsspark, áðrenn Lena Olsen skoraði 3 mál á rað, eisini kalla eitt hattrick. Afturat hesum 15 ára gamal Silja Højgaard sína debut á bestaliðnum, tá ið hon varð innskift aftaná 75. minuttir vóru leiktir. 0 – 5 sigur leygardagin, samanlagdan sigur á 9 – 1, debut og eitt finalupláss! Finalan verður leygardag 7. oktober.

Aftur teimum hesum sigrinum kann leggjast afturat, at næstbesta liðið hjá monnum vann heili 7 – 0 í móti B36, og U17 dreingirnir fingu eisini tryggja sær eitt finalupláss tann 7. oktober við einum 3 – 0 sigri á Skála!

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi