Tríggir NSÍ´arar á U16 landsliðnum

Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U16 landsliðið í samband við Pinatar Cup 2023, ið verður í Spania í tíðarskeiðinum 17. – 23. september 2023. Fyrsti dysturin verður í móti Skotlandi 19. septembur og síðani ímóti Gibraltar ella Pólandi 22. septembur.

Millum teir úttiknu eru tríggir NSÍ´arar, og teir eru Benadiktus (Diktus) Olsen, Tróndur Sjúrðarson og Pauli Richardsson.

NSÍ ynskir teimum og hinum í hópinum bestu eydnu!

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi