Jann Martin og Sjúrður dagsins menn móti FC Suðuroy

Síðani dystin móti FC Suðuroy hava tit atkvøtt um dagsins mann.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd, er greitt, at Jann Martin og Sjúrður báðir fingu 17 % av teimum íalt 166 givnu atkvøðunum. Teir vóru báðir eyðsýndir í 0-0 dystinum. Sjúrður vann einaferð enn tað mesta á vinstra bakki, og stuðlaði væl uppspælið. Jann Martin var ógvuliga ágrýtin mitt á miðjuni.

Helgi og Kristian gjørdust báðir nummar trý við 13 %.

[poll id=”29″]

Líknandi tíðindi