|

U18 hjá NSÍ FØROYAMEISTARAR 2013

U18 hjá NSÍ vunnu í kvøld 5-1 á EB/Streymi-Skála.

Sigurin staðfesti at NSÍ er FØROYAMEISTARI í U18 2013

Málini skutu: Albert R. Johannesen 2, Petur Knudsen 1, Haraldur Højgaard 1 og Meinhard Olsen 1

Endaliga støðan í U-18 gjørdist hendan:

Nr 1 og Føroyameistari NSÍ við 40 stigum og gull

Nr 2 KÍ við 37 stigum og silvur

Nr 3 B36 við 20 stigum og bronsa

Nr 4 Víkingur við 15 stigum

Nr 5 HB við 14 stigum

Nr 6 EBStreymur/Skála við 4 stigum.

NSÍ liðið hevur vunnið 13 dystir, 1 javnleik og tapt ein dyst.

Meinhard Egilsson Olsen NSÍ saman við Pól Magnus Petersen úr Víkingi gjørdust toppskjúttar í deildini við 15 málum í part.

Liðið hevur lægsta miðalaldurin 16,6 ár í deildini. Talan er tí um eitt satt bragd av einum so ungum liði.

Hjartaliga tillukku við FM. Sera flott.

Á myndini omanfyri síggja vit aftanfyri frá vinstru: Helgi L. Petersen, Sámal Hansen, Meinhard E. Olsen, Kristian Simonsen, Jógvan Sigvardsen, Karstin Hansen, Fróði Klein, Jákup A. Gaardbo, Harald R. Højgaard, Ingvard Hansen, Ari Langgaard, Albert R. Johannesen og Egil Olsen.
Frammanfyri frá vinstru: Hans Jón Jacobsen, Jann Benjaminsen, Leivur Højgaard, Andrias Poulsen, Jákup Mortensen, Michael Przybylski (Mehav),Petur Knudsen og Tróndur Ellingsgaard.

Bethuel Hansen hevur eisini spælt við fyrr í ár, men hann spælir nú við Silkeborg

Venjarar: Egil Olsen, Sámal Hansen og Helgi L. Petersen

Líknandi tíðindi