Magnus dagsins maður móti B36

Tit hava valt Magnus H. Olsen til dagsins mann í 4-0 sigrinum móti B36 seinasta sunnudag. Magnus skoraði fyrsta malið við fínum langskoti, og var týðandi partur av uppspælinum allan dystin. Magnus fekk 16% (22 atkv.) av teimum 137 givnu atkvøðunum.

Sjúrður Jacobsen spældi sum ein ballerina mitt á miðjuni og fekk 14% (19 atkv.) á øðrum plássi, meðan Andy Olsen, sum skoraði næsta málið hendan dagin gjørdist nummar trý við 12% (17 atkv.)

Í dag kl. 15 verður sera týðandi dysturin móti 07 Vestur leiktur í Sørvági. 07 Vestur er farið niður, og kann tí spæla frítt – tað er altíð vandamikið. NSÍ fer eftir sigrinum fyri at halda fast um heiðursmerkjaplássið.

[poll id=”68″]

Líknandi tíðindi