Venjingardystur í kvøld á Toftum: NSÌ unglingar og U-17 landsliðið

Ì kvøld kl 19.00 leika okkara unglingar (dreingir U-18) móti føroyska U-17 landsliðnum venjingardyst á nýggja graslíkisvøllinum á Toftum.

Landsliðið hevur verið á venjingarlegu í Havn síðan sunnudagin. Liðið hevur í hesum sambandi leikt 3 dystir móti ávikavist HB, KÌ og B36 unglingum styrkt við nøkrum eldri leikarum.

Ùrslitini hava verið hesi:

U-17 vs HB: 5-1

U-17 vs KÌ: 3-3

U17 vs B36: 0-0

Ì kvøld verður so seinasti venjingardysturin spældur kl 19.00 á Svangaskarði á Toftum.

Ì U-17 landsliðshópinum eru 4 leikarar úr NSÌ f.v.: Betuel Hansen, Johannus Hansen, Leivur Højgaard og Meinhard Olsen (sí Mynd).

Venjingarlegan endar í morgin.

U-17 skal frá 5-12 august spæla um Norðurlandameistaraheitið og verður hetta spælt í Føroyum. Leikt verður í Havn, Tórshavn, Argjum og á Toftum.

Luttakandi landsliðini eru úr Danmark, Svøriki, Ìslandi, Norra. Ongland er við sum gestalið. Harumframt luttekur eisini føroyska U-19 landsliðið í kappingini.

Líknandi tíðindi