|

Pól Jóhannes Justinussen aftur í NSÍ

23 ára gamli landsliðsspælarin, Pól Jóhannus Justinussen, sum síðsta hálva árið hevur spælt við danska superligufelagnum, AaB, verður nú aftur at síggja í føroyskum fótbólti, tí í kvøld hevur hann skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri restina av hesum kappingarárinum.

Pól Jóhannus hevur ikki spælt fyri barndómsfelagið, NSÍ, síðani august 2008, tá hann skifti til B68, har hann var restina av tí kappingarárinum og tvey tey næstu, áðrenn leiðin lá til Íslands, har hann spældi við Vali, og síðani fór til Danmarkar og fekk sáttmála við AaB. Í 2007, tá NSÍ bleiv føroyameistari, spældi hann við GÍ.

– Eg eri sera fegin um aftur at vera NSÍ-ari. Og at liðið telist millum tey lægru á stigatalvuni, ræðir meg slett ikki, tí so er í øllum førum nakað at spæla um, sigur Pól Jóhannus, ið spældi sín seinasta dyst fyri NSÍ í europeiskum fótbólti, men hóskvøldið eisini kann byrja aftur við einum europeiskum dysti.

Vil lyfta liðið
– Nú vóni eg bara, at eg kann vera við til at lyfta NSÍ-liðið eitt sindur, tí eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr tíðini uttanlands, har eg havi lært nógv og ment meg nógv. Eg helt eisini nú, at eg onkursvegna skyldaði NSÍ og fólkinum her, at tey sóu meg í gulum og svørtum aftur.

Í NSÍ eru tey eisini fegin um, at Pól Jóhannus Justinussen kemur at styrkja um liðið, sum í summarsteðginum er á áttanda plássi við 17 stigum, eitt færri enn TB og tvey færri enn B36, men tvey fleiri enn B68, ið liggur beint niðanfyri.

NSÍ fegnast stórliga um, at 23-ára gamli Pól Jóhannus er komin heim aftur við fleiri ára royndum frá øðrum føroyskum og útlendskum feløgum. Pól Jóhannus hevur hesa tíðina ment seg til at vera ein av sjónligastu profilunum á føroyska landsliðinum.

Pól Jóhannus hevur eina tíð vant við hópinum hjá NSÍ, og er annars uppvaksin í felagnum, og verður tí roknað við, at hann beinanvegin gerst natúrligur partur av hópinum.

Pól Jóhannus, sum kom heimaftur til Føroya fyri einum mánaði síðani, hevur saman við Kinnu Fritsdóttir Olsen, forkvinnu í NSÍ, í kvøld skriva undir uppá, at hann restina av hesum kappingarárinum spælir við Effo-liðnum hjá NSÍ.

Kelda:

Hilmar Jan Hansen [email protected]

Mánadagur 9. juli 2012 – 21:25

 

Líknandi tíðindi