Frá foreldrafundinum 12.mai

Frá ungdómsnevndini

Ungdómsnevndin hjá NSÍ hevði mánakvøldið 12. mai foreldrafund í kantinuni í skúlanum Við Løkin.
Tað vóru nøkur foreldur, men ynskiligt hevdi verid at fleiri komu. Ungdómsnevndin ætlar at hava fleiri kunnandi fundir av hesum slag, so vónandi koma fleiri tá.

Á skránni hesaferd var:

Luttøkugjald/limagjald fyri ungdómslidini, har Jón Hansen starvsnevndarlimur kunnaði foreldrini um, hvussu luttøku/limagjaldið skuldi avgreiðast. Inni á heimasíðuni www.nsi.fo uppi í høgra horni, stendur Limagjald. Vid at trýsta inn har, verdur ein vegleiddur hvussu gjaldast skal.
Um onkur yvast hvussu skal gerast, ella viðkomandi hevur goldið, skulu tey seta seg í samband vid Jón Hansen.
Jonhard Hansen formaður í ungdómsnevndini greiddi eitt sindur frá um tey ymsu ungdómsliðini, hvussu gingist hevur osfr.
Trygvi Mortensen, ungdómsvenjarin, greiddi eisini nakað frá um venjinganar, har morgunvenjing hevur verið ein partur fyri U12 og upp til U16, bæði gentur og dreingir. Uppmøtingin til hetta hevur verið á eini leið, men onkrir aldursbólkar kundu havt møtt eitt sindur betri. Tá morgunvenjingin verður tikin upp aftur seinni í ár, verða møguleikar hjá okkara ungdómi sera góðir, tá møguleiki eisini verdur at venja inni í okkara stásiligu høll.

Ungdómsnevndin skipar aftur í ár fyri innanhýsis fótbóltskúla og verdur hesin 1. og 2. juli.
Tekningarlisti verður til hendan skúlan. Kunning kemur seinnri.
Onkur foreldur hildu, at okkara heimasíða var alt ov passiv, og ikki nógv nýtt var á henni.
Ungdómsnevndin ynskir at onkur foreldur, tá tey eru við liði har barn teirra spælir, heima ella úti, kundu sett nakrar reglur saman við nøkrum myndum, og sent tad til NSÍ, so verður hetta lagt út á heimasíðuna. Hetta hevði verið sera gott, tí tad er altíð stuttligt at fylgja vid okkara liðum.
Sendi greinanar til [email protected], so verda tær lagdar út á heimasíduna.

Vinarliga

Ungdómsnevndin hjá NSÍ

Líknandi tíðindi