NSÍ er liðugt í Evropa League

Í kvøld hevur NSÍ leikt sín seinna dyst í Europa League. Dysturin varð spældur á Ovari Vølli í Gundadali og byrjaði kl 18.30. Fitt av fólkið hevði savnað seg saman til henda dyst at stuðla okkara leikarum, hóast fyrri dysturin niðri í Luksemburg endaði við einum 0-3 tapi.

Teir sum byrjaðu inni hjá NSÍ vóru hesir: Málverji – Kristian. Verjan – Monrad, Jens, Pál og Sjúrður. Miðjan – Jan Martin, Magnus, Andrass og Óli. Framherjar – Árni og Klæmint.

Bæði liðini løgdu heldur varliga fyri. NSÍ royndi at halda uppá bóltin og spæla hann runt, men tað bleiv ongantíð til nakað serliga vandamikið.

Differdange 03, spældu seg meira inn í dystin sum frá leið, og tá ið 14 min. vóru leiktir, fingu teir eisini sítt fyrsta mál. Ein verjuvilla av Pál gjørdi at hann ikki fekk beint bóltin burtur og hetta førdi so við sær at áleyparin El Rafik Umar varð spældur leysur og legði bóltin hegnisliga uppum Kristian Joensen í málinum til støðuna 0-1.

 

Minuttin eftir spældu NSÍ seg væl gjøgnum høgru síðu. Monrad legði innlegg til aftaru stong, men Óli fekk tíverri ikki rættiligt skot á, og tí fór hann uppum.

Ikki nógv hendi í fyrra hálvleiki. Tá ið 35 minuttir vóru leiktir varð tó neyðugt at skifta málverja okkara út orsakað av snuddi Kristian hevði fingið fyrr í dystinum. Inn fyri Kristian kom Pætur Høj, ið einans er 17 ára gamal.

Tá ið 45 minuttir vóru farnir gjørdist støðan 0-2. NSÍ verjan fekk ikki beint bóltin burtur, og enn einaferð førdi tað við til at El Rafik Umar gjørdist fríur og saksasparkaði bóltin frá stuttari fjarstøðu í tvørtræið og inn.

Í byrjanum av seinna hálvleiki varð Klæmint harðliga sparkaður niður. Hann royndi tó at spæla víðari, men í 66 minutti, varð hann útskiftur fyri Andrias á Líknargøtu.

Tá ið 71 minuttir vóru leiktir vinnur Monrad bóltin eitt sindur afturi á vøllinum. Tekur nøkur trekk frameftir og smekkar til frá 25-30 meturs fjarstøðu. Málmaðurin hjá Differdange 03 varð noyddur at toyggja seg út í fulla longd, og bjargaði.

Beint eftir hetta kom triðja og seinasta málið í dystinum. Ein bóltur varð spældur inn um verjuna, og okkara verja helt at teirra leikari var offside. So var ikki, og nummar 10 hjá Differdange 03 lobbaði bóltin hegnisliga uppum ein verjuleysan Pætur Høj til støðuna 0-3.

Tá ið 83 minuttir vóru leiktir fór Óli út og inn kom Ari Ellingsgaard. Ari hevði ikki verið inni meira enn 2 minuttir, tá fekk hann stóran málmøguleika. Gott samanspæl førdi til at Ari gjørdist rímiliga leysur við teirra málmanni, men hann fekk tó ikki skotið nóg hart og málmaðurin bjargaði.

Tá ið 92 minuttir vóru leiktir fingu NSÍ nokk størsta møguleikan í øllum dystinum. Vit vunnu bóltin langt afturi á vøllinum og koyrdi tað skjótt frameftir. Bólturin varð spældur til Árna Frederiksberg, sum legði ein bólt inn um verjuna hjá Differdange 03 í okkara vinstru síðu. Andrias á Líknargøtu gjørdist leysur og heldur pressaður gjørdi hann av at skjóta eitt sindur uttanfyri brotsteigin. Málmaðurin bjargaði tó og bólturin fór út til hornaspark.

Sostatt endaði dysturin 0-3 til Differdange 03 og NSÌ er úti í Evrope League.

Næsti dystur verður sunnudagin 22 juli tá vit hava torføran útidyst móti HB í Gundadali. Tá verður Pól Jóhannus við.

SAMAN STANDA VIT STERK

Dystarfrásøgn: Tummas Eivind Hansen

Líknandi tíðindi