Úr skotgrøvini: Páll Isholm

Úr skotgrøvni trýnur fyrvverandi handilsskúlastjórin, Páll Isholm, havnamaðurin, sum gjørdist gøtumaður – virkin i kommunalum høpi og innan ítróttarlívið á staðnum.

Navn og aldur?
Páll Isholm, 39 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Ja. Spældi nakað í yngri deildunum fyri HB. Haldi forrestin, at spæliloyvið er har enn. Spældi fyri tað mesta í álopinum, men royndi meg eisini sum vongur.

Tín yndisleikari hjá Víkingi?
Eingin serstakur. Heildin er avgerandi.

Størsta løtan við Víkingi?
Sigurin í kappingini um Løgmanssteypið í 2009

Fríggjadagin spæla Víkingur og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ hevur fatur í rætta endanum, men hava verið serstakliga óheppið higartil í ár. Skora mál, men lata ov nógv inn í hinum endanum. Kappingarbyrjanin minnir ikki sørt um gongdina hjá GÍ í 2005. Tað gekk fyri so vítt fínt, men man vann bara ongan dyst.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum fríggjadagin?
Atli Gregersen og Jens Joensen.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður fríggjadagin?
3 – 2 til Vìking

Líknandi tíðindi