Fjepparin: John Andersen

Fjepparin hesa ferð er stuttligi vespuverturin, John Andersen (Jonhard er sjálvandi eisini stuttligur!). Hann situr vanliga millum Kaj Aage og Jóhannu, mundi blivið kowboy, og við sínum yndis NSÍ’arum í B68, má hann roknast sum ein ljósareyður pantari í ár…

Navn og aldur?
John Andersen, 28 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Nei, eg havi ikki fast pláss, tó royni eg at seta meg áraka miðlinjuna. Kappingarárið 2007 og 2008 sat eg so at siga hvønn dyst saman við Kaj Aage og Jóhannu Troest, har høvdu vit nógvar festiligar løtur.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja. Byrjaði rættiliga seint at spæla fótbólt. Mundi vera áleið 9-10 ár gamal. Eg spældi mest í miðverjuni, tó royndi eg meg onkuntíð á høgra bakki.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Sum áður nevnt, so byrjaði eg seint at spæla fótbólt, eg vildi heldur spæla við bilar, og vera kowboy. Hevði tað ikki verið fyri mínar góðu vinmenn Ólavur Langaard og Bergur Djurhuus, sum áhaldandi trúðaðu meg at koma á vøllin at trena, og at hyggja eftir dystum hjá besta liðnum hjá NSÍ, ja so var eg enn kowboy´ari.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Tað er trupult at velja nakran burturúr, vit hava og hava havt nógvar sera dugnaligar leikarar, men mínir vinmenn, Jústinus R. Hansen og Einar T. Hansen hava verið fantastiskir…..Eg veit væl, at báðir eru ” vilstir” hetta kappingarári, men eg skal syrgja fyri at teir báðir koma heim í oktobur 2012.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað skert ikki burtur, at løtan, tá vit gjørdust føroyameistarar næst seinasta dyst ímóti VB/ Sumba í 2007, var tann størsta løtan sum NSÍ fjeppari. Men eisini løtan, tá Jústines R. Hansen skoraði fyrsta evropeiska málið hjá NSÍ ímóti Lyn á Svangaskarið í 2003, var fantastisk. Leggjast kann afturat, at málmaðurin hjá Lyn, Ali Al Habsi, í dag verjir málið hjá Wigan, sum leikar í ensku Premier League

Størsta styrkin hjá NSÍ?
So avgjørt gott kombinatiónsspæl, og góðan álopsfótbólt. Okkara menn eru ungir og raskir, og teir eru ikki bangnir fyri nøkrum.

Fríggjadagin møta vit Víkingi við Løkin. Hvussu vildi tú lýst Víking sum mótstøðulið?
Víkingur er flúgvandi. Teir hava fingið eina fantastiska byrjan uppá kappingarári. Teir hava ein góðan venjara í Jógvani Martin Olsen, sum fær teir til at stríðast til tað síðsta. Eisini hava teir eina góða kombinatión av ungum evnaríkum leikarum og meira garvaðum kreftum, sum ganga á odda og vísa teimum ungu vegin.

Hvat væntar tú, úrslitið verður fríggjadagin?
Eg vænti eitt satt brak av einum grannadysti, har menn fara at stríðast sum ørir um hvønn bólt. Vit fara tó at draga ta longra stráðið og vinna dystin 2-1. Árni og Klæmint fáa hvør sítt mál.

Saman standa vit sterk!!!

Líknandi tíðindi