Stórsigur á FC Suðuroy

Í góðveðrinum sunnudagin 14. august vunnu okkara menn tryggan sigur á FC Suðuroy. Úrslitið gjørdist 5-1 eftir 3-1 í hálvleikinum.

Trygvi og Harry høvdu valt hesar ellivu at byrja: Gango, Jóhan, Per, Jens, Einar, Haraldur, Hákun, Magnus, Jann Martin, Árni og Klæmint.

Vit fingu ein kvøkk, tá Salmundur Bech tíðliga í dystinum legði FC Suðuroy á odda, men skjótt høvdu okkara menn sett tingini uppá pláss. Vit vóru nógv betri enn mótstøðuliðið allan dystin og við trimum góðum málum í fyrra hálvleik, fóru vit við góðari kenslu til hálvleiks við støðuni 3-1.

Fyrst fann Magnus hegnisliga Klæmint í brotsteiginum og málslúkarin sveik ikki álitið. Nakað seinni varð Árni sendur avstað við góðari sending frá Haraldi. Árni fór framvið málverjanum, og so var støðan 2-1. Tá 40 min. vóru spældir, fingu vit fríspark eini 20 metrar frá málinum í sera góðari støðu. Magnus og Árni, sum helst vóru best upplagdu leikararnir á vøllinum, stóðu til reiðar og øll stóðu og bíðaði eftir, hvør av teimum skuldi skjóta. Árni tók sær væl av frísparkinum, og so var klárt at fara til hálvleiks við tryggari leiðslu.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. NSÍ sat á øllum og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin bleiv. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu vit tvey mál, so endaliga úrslitið gjørdist 5-1.

Fyrst sendi Magnus góða sending inn um verjuna hjá FC Suðuroy, har Christian Høgni tamdi væl, brúkti vælkendu skotfintuna, so málmaðurin fór til aðra síðuna, áðrenn hann spakuliga sendi bóltin í tóma málið. Nakað seinni kom besta málið í dystinum, tá Árni fekk góða sending út í høgru síðu frá Magnusi. Árni tamdi bóltin og sendi við frálíkum skoti bóltin upp um málverjan hjá FC Suðuroy. Eitt sera vakurt mál at enda málveitsluna við.

Vit liggja á einum tryggum og flottum bronsuplássi, men stutt er upp til silvurkrónurnar og enn er gulldreymurin ikki farin, so tað er bara at koyra á víðari. Sunnudagin koma sundalagsmenn á vitjan, áðrenn stóri steypadagurin verður á skránni. Av sonnum spennandi tíðir fyri okkum viðhaldsfólk.

Saman standa vit sterk !

NSÍ – FC Suðuroy 5-1 (3-1). Árni 3 mál, Klæmint 1 mál og Christian Høgni 1 mál

Líknandi tíðindi