Føroyska U-17 landsliðið sera gott avrik í fyrsta NM dystinum: Ongland-Føroyar U-17: 2-0

Føroyska U-17 landsliðið leikti sín fyrsta landsdyst í NM í dag á Djúpimýru í Klaksvík.

Dysturin varð móti Onglandi sum er við í kappingini sum gestalið. Ongland verður mett sum favorittur til at vinna kappingina.

Ongland vann dystin 2-0 eftir at hálvleiksstøðan var 0-0.

Onglendingar høvdu bóltin mest uttan at skapa teir stóru málmøguleikarnar. Føroyingar spældu taktisk skilagott og royndu at spæla tá teir vunnu bóltin og komu eisini til stórar málmøguleikar.

Jóhannes Hansen var nær við eftir gott innlegg frá Meinhard Olsen, men høvdaði tíverri framvið. Tann allarstørsta møguleikan fingu føroyingar tá umleið 70 minuttir vóru spældir. Innskifti Steintór Fagradal fekk ein risa málmøguleika men skotið varð bjargað í evstu løtu á ensku málstrikuni.

Beint eftir fóru onglendingar í mótálop. Eitt sindur óheppið gjørdi okkara dugnaligi bakkur Benjamin Heinesen brotspark tá bólturin heldur óheppið  stakk í armin á honum. Eingilskmennirnir umsettu hetta trygt í føroyska málið. Bert fimm minuttir seinni skoraði Ongland aftur. Tað sá út sum at orkan var farin úr føroyingunum tá seinna málið kom.

Samanumtikið spældi føroyingar ein góðan dyst. Við eitt sindur av hepni kundi tað líka væl verið Føroyar sum vann dystin ella í minsta lagi fekk ein javnlík.

Á heimasíðuni hjá FA – tí enska fótbóltssambandinum gevur enski U17 landsliðsvenjarin, Kenny Swain føroyska U17 landsliðnum rós, og sigur, at talan er um besta føroyska U17 landsliðið, sum hann hevur sæð.

Greinin kann lesast á hesari leinkjuni: http://www.thefa.com/England/mens-u17s/News/match-centre/2012/faroe-islands-v-england/post-match-reports/swain-reaction-060812

 

Í morgin spælur U-17 landsliðið móti Norra á niðara vølli í Havn kl 18.00.

Norra og Finnland spældu annars javnleik 2-2 á Svangaskarði á Toftum í kvøld.

Føroyska liðið sum byrjaði var. Elias Rasmussen málverji (Víkingur), Benjamin Heinesen høgri bakkur ( B36), Absalon Eliasen vinstri bakkur ( Randers Freja DK), Dánjal Godfred miðverji (FC Suðuroy),Leivur Højgaard miðverji  (NSÍ), Hákun Edmundsson defensivur miðvallari (B68), Betuel Hansen miðvallari (NSÍ), Jóannes Bjartalið miðvallari (KÍ), Jógvan Jacobsen kantur (FCK DK), Meinhard Olsen kantur (NSÍ) og Jóhannus Hansen áleypari ( NSÍ).

HAGTØL:

Competition: Under 17 Nordic Tournament 2012
Date: 06-08-2012
Kick off: 15:00
Stadion: Djúpumýra, Klaksvík

England – Faroe Islands 2-0 (0-0) 0-1: Bradley Fewster, 71. min. (pen.) 0-2: Daniel O’Brien, 78. min.

England: 13. Freddie Woodman 2. Priestley Griffiths 3. Riccardo Calder 4. Lewis Cook 6. Connor Ogilvie (cap.) 8. Harry Winks 9. Nathan Oduwa 11. Bradley Fewster 12. Bamidele Alli 14. Elliot Wright 16. Kyle Bailey

Substitutions: 41. min. >> 5. Callam Jones >> 14. Elliot Wright 41. min. >> 10. Christopher Regis >> 4. Lewis Cook 41. min. >> 18. Daniel O’Brien >> 16. Kyle Bailey 60. min. >> 7. Isiah Brown >> 12. Bamidele Alli 72. min. >> 15. Brendan Galloway >> 9. Nathan Oduwa

Not used: 1. Callum Burton 17. Ben O’Hanlon

Head Coach: Kenny Swain

 

Faroe Islands 1. Elias Rasmussen 2. Benjamin Heinesen 3. Absalon Eliasen 4. Dánjal Godtfred 5. Leivur Højgaard 6. Hákun Edmundsson (cap.) 7. Jógvan Jacobsen 8. Beteul Hansen 10. Jóannes Bjartalíð 11. Meinhard Olsen 15. Jóhannus Hansen

Substitutions: 21. min. >> 14. Jákup F. Hansen >> 4. Dánjal Godtfred 55. min. >> 12. Arin Klementsen >> 10. Jóannes Bjartalíð 66. min. >> 9. John Frederiksen >> 11. Meinhard Olsen 68. min. >> 13. Steintór Fagradal >> 7. Jógvan Jacobsen 77. min. >> 18. Levi Jøkladal >> 15. Jóhannus Hansen 80. min. >> 17. Dan í Soylu >> 8. Betuel Hansen

Not used: 16. Emil R. Madsen

Head Coach: Áki Johansen

MYND: Afv. Hákun, Benjamin, Meinhard, Dánjal, Jógvan og Absalon. Ffv. Jóannes, Betuel, Elias, Jóhannus og Leivur

Líknandi tíðindi