Yvirvág uttan úrslit: NSÍ-TB 0-1

Vit taptu dystin móti TB við Løkin í dag 0-1. Vit høvdu nógv spæl og komu í góðar støður, sum kundu givið mál, men tað bleiv ikki. Hinvegin dugdi TB betur at gaggnýta sínar møguleikar, og fingu teir við trýsti miðskeiðis í seinna hálvleiki einasta málið í dystinum.

Teir, sum byrjaðu inni hjá okkum í dag, vóru: Kristian, Monrad, Helgi, Pól Jóhannus, Sjúrður, Debes, Jann Martin, Magnus, Árni, Andrias og Klæmint.

Bæði liðini vóru ágrýtin frá fyrsta bríksli. TB stríddist væl, meðan NSÍ hevði meiri av bóltinum. Fyrstu løtuna vóru fáir málmøguleikar.

NSÍ fekk eitt horna í 7 minutti, men einki spurdist burturúr. Debes í høgru síðu og Árni í vinstru sendu fleiri innlegg innfyri í 12. minutti, men uttan nakra skotroynd.

NSÍ hevði eitt fitt lot undan í fyrra hálvleiki, og í 16. minutti sendi Magnus eitt horna beint móti málinum, sum mundi farið inn. Árni royndi seg somuleiðis við einum vandamiklum langskoti í 18. minutti, men málmaðurin fekk lirkað bóltin uppum. Í tveimum umførum spurdist horna burturúr.

Magnus sendi eitt langskot uppum í 21. minutti. Síðani komu einir 5-10 minuttir, har TB kom longur fram á vøllin, tó uttan at skapa teir stóru málmøguleikarnar.

Árni sendi eitt horna innfyri í 27. minutti. Bólturin kom útfrá, og síðan sendi Magnus bóltin innfyri aftur, men einki spurdist burturúr.

Í 28. minutti hevði Klæmint ivaleyst størsta kjansin hjá okkum í dag, tá eitt gott álop endaði við, at Sjúrður sendi bóltin úr vinstru síðu inn til Andrias, sum tamdi bóltin til Klæmint, ið skjeyt, men ólukkutíð kom málmaðurin ímillum. Klæmint royndi seg við einum skoti útifrá í 34. minutti, men tað fór framvið handaru stong.

Debes hevði somuleiðis eitt gott skot útifrá í 35. minutti, men okkurt bein kom ímillum og beindi bóltin út til horna. Pól Jóhannus fekk ikki rættiliga beint bóltin móti málinum, tá hann høvdaði, tá hornasparkið kom innfyri.

Magnus sendi eitt fríspark útifrá uppum TB-málið í 38. minutti.

Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði TB ein góðan møguleika, tá bólturin var leysur inni í NSÍ-brotsteigium. Síðani fingu teir eisini eitt horna.

Hálvleiksstøðan var sostatt 0-0.

Magnus skjeyt beint á málmannin úr vinstru síðu í 47. minutti. Og í 54. minutti sendi Magnus aftur eitt fríspark innfyri. Kæmint royndi seg við høvdara, og síðan royndi Debes at saksa bóltin móti málinum. Debes vann bóltin væl í 60. minutti og setti ferð á fram ímóti TB-brotsteiginum, men innleggi rakti ongan kulan.

TB var nú farið at trýsta meiri. Í 64. minutti høvdu teir eitt vandamikið skot. Og í 68. minutti kom Óli Johannesen at vera púra einsamallur við Kristian eftir horna, men tíbetur rakti hann beint á málmannin hjá okkum.

Magnus hevði eina góða skotroynd í 67. minutti eftir horna, men málmaðurin fekk boksað bóltin burtur.

Jens kom á vøllin fyri Andrias í 69. minutti. Beint aftaná skifti TB-venjarin, Milan Kuljic, seg sjálvan inn, og skuldi tað vísa seg at vera sera skilagott.

Hann hevði beinanvegin eina skotroynd, og í 72. minutti slapp Milan inn um NSÍ-verjuna, sum stóð høgt á vøllinum, og tá hann hevði tryggjað sær, at hann ikki var offside streyka hann avstað móti málinum, og beindi bóltin trygt framvið Kristian. So var 0-1 til TB.

Bjarki og Pál komu inn fyri Debes og Monrad í 83. minutti. Pól Jóhannus varð fluttur longur fram á vøllin fyri at fáa meiri bit í álopið.

Klæmint fekk seinasta kjansin, tá hann høvdaði framvið málinum eftir innleggi frá Árna í 86. minutti.

TB-áskoðararnir fegnaðust, sum vera man, um 0-1 sigurin. Hinvegin var tað snópisligt hjá okkum at hava so nógv spæl og hópin av innleggum og ikki minst deyðbóltum, sum einki geva.

Sjálvt úrslitið hevur onga ávirkan á NSÍ, men tað kundi verið stuttligt at endað árið við góðum spæli og góðum úrslitum, soleiðis at okkara ungu leikarar kunnu fara undir uppgávuna komandi ár við góðum treysti.

Komandi sunnudag vitjar B36 við Løkin. B36 hevur ein sera teoretiskan møguleika at røkka heiðursmerkjum, men annars vóna vit, at bæði feløgini royna at gera sítt besta, soleiðis at vit fáa ein góðan og spennandi dyst – hendan seinasta heimadystin í ár.

Myndir seinni.

NSÍ-TB 0-1
0-1 72. min. Milan Kuljic

NSÍ: Kristian, Monrad (83′ Bjarki), Helgi, Pól Jóhannus, Sjúrður, Debes (83′ Pál), Jann Martin, Magnus, Árni, Andrias (69′ Jens) og Klæmint.

Líknandi tíðindi