Tunnilsgávan: Tróndur Jensen til NSÍ

Nú er greitt at Tróndur Jensen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Tróndur Jensen er 27 ára gamal, og hevur nógvar royndir í bestu deildini. Tróndur spælt 167 dystir í betri deildini, 24 dystir í steypakappingini, og 11 dystir í europeisku kappingum. Eisini hevur Tróndur verið úttikin til A landsliðið.

 

NSÍ fær ein sera góðan og evnaríkan leikara inn í hópin, við nógvum royndum. Vit fegnast um at Tróndur hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Og vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum til felagið, og ynskja honum bestu eydnu í gulu blusuni.

 

Líknandi tíðindi