Jákup Jakobsen hevur longt sáttmálan við NSÍ

Sterki verjuleikarin hevur longt sáttmálan við NSÍ. Jákup hevur í ár verið sera góður á NSÍ liðnum, ein sannur stríðsmaður í verjuni hjá NSÍ, og hansara innsatsur liggur ongantíð eftir.
Jákup er veruliga fallin til í felagnum, og hann stórtrívist í góða felagsskapinum, tí tað er gott at verða í NSÍ-familjuni.

Jákup er gulur, og hann er klárur til komandi kappingarár, og fer hann saman við restini av hópinum, at gera sítt besta, fyri at vit kunnu fáa eitt enn betri úrslit í 2021.

Vit ynskja Jákup tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu.

 

Samstundis kunnu vit kunngerða at Samskip aftur í 2021 stuðlar NSÍ, og eru vit fegin um stuðulin frá Samskip.

 

Líknandi tíðindi