Vinardystir hjá ungdómslandsliðunum 14. juli í Newcastle


Aftur í dag hava U-15, U-17 og U-19 landsliðini spælt venjingardystir móti liðum í Newcastle og umráðum runt um Newcastle.

U-19 landsliðið legði fyri kl 14.00 , tá teir spældu móti einum styrktum U-19 liði hjá Newcastle United. Jóan Sìmum Edmundsson var partur av enska liðnum.

Dysturin var spældur á venjingarstøðini hjá Newcastle, og millum teir sum vóru rundan um vøllin vóru Newcastle venjarin, Chris Hughton, og fyrrverandi Liverpool og Newcastle leikarin Peter Beardsley. Á odda fyri Newcastle liðnum stóð fyrrverandi Tottenham leikarin og fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Newcastle, Colin Colderwood.

Newcastle legði seg á odda stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki vísti føroyska liðið at teir kunnu spæla fult upp við Newcastle. Fyrst javnaði Brøndby leikarin, Gunnar Zachariassen, fyri Føroyar, áðrenn Sørmund Kalsø í seinasta álopinum í dystinum stútaði eitt horna í mál til 2-1 til føroyska U-19 landsliðið

U-15 landsliðið spældu sín dyst kl 18.00 ímóti Wallsend Boys Club, sum hevur uppfostrað leikarar sum Alan Shearer og Peter Beardsley. Eisini hesuferð varð dysturin leiktur innandura. Enska liðið var mannað av dreingjum har teir flestu vóru 14 ár og nakrir eldri. Sagt var um hetta liðið at tað var tað besta í Newcastle. Føroysku dreingirnir fingu eisini sterka mótstøðu. Ensku dreingirnir vóru sera væl fyri bæði tekniskt og fysiskt og eisini sera skjótir. Tað var eisini uppiborið at teir vunnu dystin 2-0.

U-17 tapti 3-0 fyri Whitley Bay FCeinum felag í Newcastle økinum

Ì morgin og fríggjadagin verður eingir dystir hjá U-15 og U-17. U-19 liðið skal leika dyst í Middlesborough fríggjadagin. Leygardagin spæla U-15 og U-17 aftur veningardystir.
[nggallery id=64]

Líknandi tíðindi