Tað snýr seg ikki um at vera stuttligur, men at hava tað stuttligt!

Undir hesum slagorðinum verður spurnarkappingin ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” avgreidd. Komandi trý hóskvøldini verður Løkshøll karmur um spurnarkappingina, sum fyrstu ferð var hildin í fjør. Tað er ein stuðulsbólkur hjá NSÍ, sum skipar fyri kappingini. Og í ár hava tey gjørt enn meira burturúr.

Nú hóskvøldið 12. apríl verður fyrsta umfar á skránni. Tá møtast fyrst Æðuvík við Onnu Olsen sum liðskipara og Skipanes, har Ragnar Nesstein aftur í ár er liðskipari. Tá hesin dysturin er avgjørdur, fara næstu luttakararnir í eldin. Her møtast Saltangará og Rituvík. Jónsvein Knudsen er aftur á liðnum hjá Saltangará í ár, men Rituvík stillar upp við heilt nýggjum liði. Liðformaður verður Herbert Olsen.

Í hálvleikinum verður tónleikur á skránni. Barbara Gaardbo, sum er ein av lokalu songkreftunum, fer at syngja til gittartónar frá Oddmari Nielsen.

Eisini er tiltikna Vespureiðrið á skránni. Vertirnir báðir Jonhard Hansen og John Andersen fáa gestir í krókin. Tosað verður um leyst og fast – og okkurt heilt óvæntað.

Løkshøll er skipað á ein øðrvísi hátt til hesi tiltøkini. Umframt vanligu sitiplássini, so verður fremsti parturin gjørdur um til eina kafé, sum veður kallað ”Á Markinum”. Her verður borðreitt við kaffi og køkum, meðan kappingin koyrir.

Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast við dyrnar frá kl. 19 hóskvøldið. Atgongumerki til ”Á Markinum” kunnu altíð bíleggjast hjá Jóhan Danielsen, tlf 507341. Hesi kosta 150 krónur. Eisini kann kaffi keypast í steðginum. Tað eru piltarnir hjá NSÍ, sum selja kaffi og fáa ágóðan av tí. Atgongumerkini eru samstundis lutaseðil til ein málning, sum Harry Knudsen hevur málað.

Dyrnar lata upp kl. 19, tá fólk kunnu síggja listaframsýningina, sum er sett upp í samband við tiltøkini. Kappingin byrjar stundisliga kl. 20.

Vælkomin í Løkshøll

Líknandi tíðindi