Slignir út úr steypakappingini: KÍ-NSÍ 4-2

Skrivað hevur Eyðun Gaardbo

Væl av gulum fjepparum høvdu leitað sær norður til Djúpumýru í góðveðrinum í dag, nú steypakappingin bleiv skotin í gongd. Vit fingu ein lívligan dyst við ikki minni enn 6 málum. Tríggjar broytingar í mun til síðsta dyst. Helgi var ikki við í hópinum hesaferð. Í hansara stað spældi Pál. Hinar broytingarnar vóru at Óli byrjaði inni á miðjuni og Ari vinstrumegin á miðjuni.

Dystargongd:

Í 3. min. hevur KÍ innlegg sum Kristian tekur sær av. Í 4. min. kemur Debes í góða skotstøðu stutt uttanfyri brotsteigin, men skotið fer framvið. Í 7. min. kemur KÍ framum 1 – 0. Teir eru í álopi og at síggja til manglar trýst á bólthavarin, stutt uttanfyri brotsteigin miðskeiðis fyri málinum – bólturin verður síðani spældur í okkara høgru síðu inni í brotsteiginum og har er Monrad óheppin og glíður, so bólturin fer framvið honum og endar hjá einum leysum Páll Klettskarð, sum skorar trygt og so er 1 – 0. Í 10. min. var aftur vandi á ferð, tá KÍ-arnir koma í góða skotstøðu stutt uttanfyri brotsteigin, men Kristian loftaði harða skotinum. Í 12. min. er gott smáspæl ímillum Óla, Ari og Magnus har okkurt kundi spurst burturúr. Í 16. min. er tað Heðin, sum roynir seg við skoti sum Kristian loftar og í 18. min. hava vit horna í vinstru, sum Klæmint skallar við síðuna av. Annars um fyrstu 20. minuttirnar er at siga, at menn skundaðu sær ov nógv og sleptu bóltinum ov tíðliga, heldur enn at geva sær tíð at hyggja upp og álopini blivu tí heldur tilvildarlig. Í 25. min. sendi Óli neyvt innum KÍ verjuna sum fekk ruddað burtur í síðstu løtu. Í 27. minutti gerst støðan 2 – 0. Vit hava innkast aftarlaga í høgru síðu og uppá ein ella annan máta so endar hendan innkaststøðan við, at teir fáa bóltin og spæla Andy púra leysan frammi í vinstra borði og hann legði so ein perfektan bólt inn til Kristoffur Jacobsen, sum hevði lætt við at skora og so var støðan 2 – 0 og vónirnar um at fáa nakað burturúr í dag fjaraðu av álvara. Okkara menn góvust kortini ikki á hondum og tað sum eftir var av fyrra hálvleiki var besta periodan hjá NSÍ-liðnum í dag. Í 29. min. spælir Klæmint væl Debes sum leggur innfyri til Magnus sum skallar, men Gango hevði eina góða bjarging og verjan fekk beint bóltin burtur í aðru atløgu. Í 30. minutti glógvar endiliga. Monrad legði innfyri úr høgru – KÍ verjan ruddar beint út til Jann Martin, sum staddur um brotsteigarmarkið miðskeiðis fyri, langaði eitt flatt hart skot í netið og so var støðan 2- 1. Løtuna aftaná vóru fleiri møguleikar til okkara við nógvum góðum álopum, sum bara manglaðu avgerandi sendingina ella fótin – okkurt teirra fór beint framvið og í øðrum førum var Gango á rætta stað. Í 38. min. eru Sjúrður og Ari ígjøgnum í vinstru og tað endar við horna – sum so endar við horna í hinum borðinum. Sjúrður er hægstur, men skallarin fer framvið. Trýstið gav eisini møguleikar í hinum endanum og í 40. minutti er Hjalgrím púra leysar í okkara brotsteigi, men Kristian bjargar skotroyndini í stórum stíli. Í 40. min. er gott spæl ímillum Jann Martin, Klæmint og Ari sum endar við skoti, sum Gango bjargar. Í 43. minutti er eitt langt NSÍ álop við góðum spæli ígjøgnum bæði vinstru og høgru síðu, men tíverri spyrst ikki avgerandi málmøguleiki burturúr.

Seinni hálvleikur var bara ein minutt gamal, tá KÍ aftur fekk mál. Okkara menn sóu annars út til at hava støðuna undir kontrol, men Ari – sum annars stríddist væl í dag – var óheppin og spældi bóltin beint fyri føturnar á Kristoffur Jacobsen, sum ikki legðist á boðini, men langaði bóltin í netið og so var støðan 3 – 1. Í 50. min. eru vit í álopi, Jens er framvið og temur bóltin til Debes sum skeyt, men verjan blokerar. Í 52. min. bragdar aftur hjá okkum. Monrad sendir ein høgan bólt inn í brotsteigin og har er Klæmint hægstur saman við Gango, sum eisini roynir eftir bóltinum – bólturin støkkur frá teimum og í royndini eftir bóltinum skovlar Gango bæði Klæmint og bólt av vegnum og Ransin dømir brotspark og Gango fær gula kortið. Klæmint tekur sjálvur brotssparkið og setir bóltin hart og trygt uppundir nettakið og so var støðan 3 -2. Løtuna aftaná er tað aftur KÍ sum trýstir. Hetta endar í 56. minutti við hornasparki, sum bleiv tikið hart innfyri til nærmaru stong og at síggja til, var tað Heðin sum skallaði umvegis Sjúrð í netið og so var støðan 4 –2 og gulu fjeppararnir komu aftur niður á jørðina. Í 58. min. høvdu KÍ-arnir aftur eina skotroynd sum Kristian bjargaði og sum heild tóktist tað í dag heldur lætt at koma í góðar skotstøður. Í sama minutti endar gott NSÍ álop við at Magnus verður spældur leysur, men hann var rangstaddur. Í 61. min. sendir Monrad eina høga sending til Ari, men hann rennur saman við verjuleikara og bólturin endar aftanfyri. Næstu løtuna er tað KÍ sum er við yvirlutan og spæla væl og fleiri ferðir er vandi á ferð. Í 70. min. spælir Jann Martin Klæmint men hesin er rangstaddur og Jann Martin fer tí sjálvur eftir bóltinum, sum endaði frammi í høgra horni, spælir Debes sum blívur taklaður. Í 75. min. er gott gjøgnumspæl í vinstru síðu, sum endar við innleggi frá Ari, sum tó endaði í verjuni. Í 79. minutti kemur Rógvi inn fyri Monrad og samstundis verður Jens fluttur fram í álopið. Tóktist annars sum samstarvið ímillum Jens og Pál í miðverjuni var gott og báðir spældu ein góðan dyst. Tað spurdust fleiri vandamiklar støður úr broytingini, men kortini manglaði avgerandi sendingin. Í 85. min. hevur Klæmint eina frísparksroynd uppum – løtuna aftaná eru KÍ-arnir vandamiklir og í 88. min. endar samanspæl millum Ari og Jann Martin við skoti sum Gango tekur. Í 90. min. er gott smáspæl sum endar við at Jann Martin roynir seg við skoti sum fer uppum. Í 92. roynir Hjalgrím seg við góðum skoti sum Kristian bjargar út til KÍ áleypara sum var rangstaddur og løtuna aftaná brígslaði Ransin dystin av.

Sum heild:

Spælið ígjøgnum dystin var ógvuliga skiftandi og fyri okkara part, var besta periodan seinna helvt av fyrra hálvleiki, tá liðið vísti góðar taktir, flótandi málsøki spæl og við størri hepni, kundu vit fingið fleiri mál ta løtuna. Tað eru løtur sum hesa vit eiga at byggja víðari á. Vit kunnu ergra okkum um tvey av málunum, sum tóktust óneyðug, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við. Nú er bert EFFO deildin at hugsa um og næsta vikuskifti verða øll eygu vend ímóti torføra útidystinum á Svangaskarði.

Hagtøl: NSÍ – KÍ 4 – 2 (2 – 1)
1 – 0 07. Páll Klettskarð
2 – 0 27. Kristoffur Jacobsen
2 – 1 30. Jann Martin Mortensen
3 – 1 46. Kristoffur Jacobsen
3 – 2 53. Klæmint A. Olsen
4 – 2 56. Heðin á Lakjuni

Liðið hesaferð: Kristian, Monrad (79. Rógvi), Jens, Pál, Sjúrður, Jann Martin, Ari, Óli, Debes (71. Árni) Magnus (75. Andrias) og Klæmint. Dómari: Ransin N. Djurhuus

Niðanfyri eru myndir, sum Johnny Lamhauge tók.

[nggallery id=203]

Líknandi tíðindi