Steffan Abrahamsson Løkin nýggjan 2-ára sáttmála

22-ára gamli áleyparin hevur í dag skrivað undir ein nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið.

Steffan hevur eftirhondini drúgvar royndir, hóast sín unga aldur. Hann hevur spælt 23 dystir fyri okkara ungdómslandslið. Hann hevur 86 dystir í bestu deildini, og um vit telja 1. deild og løgmanssteypið við, so hevur hann spælt heili 159 dystir, har hann hevur skorað ikki minni enn 67 mál.

NSÍ gleðist um nýggja sáttmálan nú vit fyrireika okkum til at venda sterkt aftur til bestu mansdeildina næsta ár.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi