NSÍ Ungdómsveitsla

Sunnudagin 15. oktober varð ungdómsveitlsa fyri ungdómin hjá NSÍ. Nógv børn møttu upp til veitsluna, ið hesa ferð var hildin í Bylgjuni.

Á skránni var matur, tónleikur, nógv ymisk spøl, og eisini komu leikarar frá bestu liðnum hjá kvinnum og monnum á vitjan, og ungdómurin slapp at atkvøða hvønn tey hildu vera best, kulast og skjótast.

NSÍ sigur stóra takk fyri hjálpina vit fingu til veitsluna. Ein stuttligt løtan við ungdóminum.

Viðheft eru nakrar myndir frá veitsluni.

SAMAN STANDA VIT STERK

Líknandi tíðindi