Seyðaseðilin er trektur
Lutaseðilin er trektur, og hesi hava vunnið.
Tey sum hava vunnið kunnu ringja til Stig Davidsen á tlf 597230.
Vit takka hjartaliga fyri góða stuðulin.
Nú er møguleiki at keypa árskort til allar heimadystirnar hjá NSÍ fyri kappingarárið 2019. Árskortið er galdandi til allar heimadystirnar í Betri-deildini. Árskortið kann keypast í Bókabúðini fyri einans 900,- krónir. Saman standa vit sterk.
Nú er Spiideo myndatólið sum NSÍ keypti sett upp. Í kvøld vóru góðir stuðlar (Elcon og Elektrikarin) hja NSÍ við vøllin og settu upp. Spiideo kemur heilt víst at verða eitt fantastiskt amboð fyri felagið, og eru sera nógvir møguleikar við hesi skipanini. Nú verður møguligt at “streama” dystir live, umframt eitt sera gott amboð…
Eli Joensen hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ. Eli er ein ungur sera evnaríkur málmaður, og rokna vit heilt víst við, at hann framvegis fer at mennast enn meira sum málmaður. Vit eru fegin um at Eli hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ, og fegnast vit um at enn ein av okkara ungu…
Eini hálvthundrað fólk høvdu leitað sær niðan til Toftavatn í morgun til avdúkingina av ársins vespu. Um vespuna segði dómsnevndin m.a., at viðkomandi var sjónligur við Løkin, at viðkomandi hoyrdist, altíð var til reiðar at taka eitt tak fyri felagið, og at hann var til reiðar at koma við einum priki til felagið, um tað…
Leygardagin spældi dreymaliðið so retur dystin ímóti HB í Runavík. Útgangstøðið til dystin var rímuliga gott, av tí at NSÍ vann 2-1 á HB í Gundadali. Men dreymaliðið vísti veruliga klassa hendan dagin, og hølvaði eitt ungt og gott HB lið av 6-1. Av byrja við í dystinum var rímuliga javnt, men tá áleið 15…
Smádreingirnir tryggjaðu sær í kvøld finalupláss í kappingini um Cadburysteypið. Hálvfinalan var leikt við Løkin, og vunnu NSÍ smádreingirnir ein tryggan 6-2 sigur á EB/Streymi. Í finaluni møta smádreingirnir HB, sum í hinari hálvfinaluni vann 5-2 á B68 í Havn. Finalan verður leikt 12. juni í Havn. Smádreingirnir eru higartil í ár ósigraðir bæði í…
Ongar vørur eru í kurvuni