Oddur Højgaard spælir í gulum í 2022!

Sterki verjuleikarin hevur nú longt sáttmálan við NSÍ. Oddur kom til felagið í 2019, og hevur hann longu leikt 82 dystir fyri NSÍ, og er blivin ein berandi leikari í felagnum.

Oddur er 32 ára gamal, og hevur leikt 178 dystir íalt í Betri deildini, 16 dystir í steypakappingini, umframt 6 dystir í Evropa kappingum.

Vit fegnast um at Oddur eisini verður at síggja í gulu blusuni í 2022, og ynskja honum bestu eydnu víðari í NSÍ.

Líknandi tíðindi