Ogna tær eitt pláss á klokkuvegginum!

NSÍ fer nú undir eitt nýtt tiltak.

Fyri einans kr. 1000,- fært tú títt navn á veggin undir klokkuni og í leikskránna fyri kappingarárið 2012, samstundis er tú við til at stuðla rakstrinum av besta liðnum hjá felagnum.

Hvat er tað?
126 skeltir verða sett á ”klokkuveggin”, stødd 15x30cm, og stuðlarnir koma eisini í leikskránna.

Hvussu nógv komi eg at gjalda ?
Tann ið stuðlar, játtar at flyta NSÍ eitt krónutal áljóðandi kr. 1000,-, afturfyri fær viðkomandi sítt navn á veggin og í leikskránna.

Hvussu gjaldi eg ?
Skjalið niðanfyri skal fyllast út, og síðani verða stuðulsbløðini latin einum av peningastovnunum, við áheitan um at flyta upphæddina, ið tygum skulu gjalda.

Yvirlit
Stuðulsblað

Líknandi tíðindi