2-ára sáttmáli: Haraldur heldur fram í gulum!

Haraldur Reinert Højgaard hevur skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ. Hetta merkir, at Haraldur hevur sáttmála fram til kappingarlok í 2017.

NSÍ-nevndin fegnast um hendan sáttmálan við Harald. Haraldur er 20 ára gamal, og er hann longu vorðin ein týdningarmikil stríðsmaður á miðvøllinum hjá NSÍ. Hann arbeiðir sera hart hvønn dyst, og hartil er hann eisini avgerandi í spælinum fram eftir vøllinum. Haraldur hevur skotið tvey mál í landskappingini í ár.

Haraldur hevur umboðað okkara ungdómslandslið allan vegin uppeftir, og nú spælir hann við U21-landsliðnum. Um hendan gongdin heldur fram, so gongur ikki long tíð, áðrenn vit síggja Harald á A-landsliðnum.

Vit síggja fram til nógv góð ár saman við Haraldi í gula búnanum!

Líknandi tíðindi