4-2 sigur í fyrsta venjingardystinum

NSÍ og AB hava leikt vinardyst við Løkin í dag.

Nokkso fitt av fólki var komið til dystin fyri at síggja okkara ungu leikarar undir leiðslu av nýggja venjaranum, Kára Reynheim.

NSÍ vann, tá avtornaði, 4-2 eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. AB’ararnir skoraðu sjálvir fyrsta málið hjá okkum. Síðani skjeyt Klæmint tvey – annað av teimum uppá brotsspark. Ein AB’ari skoraði tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Magnus økti um leiðsluna til 4-1. Móti endanum skoraðu vit so eisini eitt sjálvmál.

Bæði liðini nýttu, sum vera man, nógvar leikarar. NSÍ byrjaði við hesum 11 inni: Kristian, Monrad, Helgi, Jens, Magnus, Debes, Jann Martin, Sjúrður, Árni, Andrias og Klæmint. Seinni í dystinum komu eisini Bárður, Viggo, Rógvi og Justinus inn.

Næsti venjingardysturin er longu mikukvøldið, tá vit vitja Víking í Gøtu.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók, og niðast er videoupptøka av málunum – tó manglar tað seinasta.

[nggallery id=194]

httpv://www.youtube.com/watch?v=WEDlb5lgkhM

Líknandi tíðindi