NSÍ´ari á WU19 landsliðnum

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 18 spælarar, og Jonnhild á Sondum, frá NSÍ, er í millum tær 18 úttiknu.

Jonnhild er partur av besta liðnum hjá kvinnu, ið hava leikt seg til finaluna 07.oktober, og sum liggja á einum 2. plássi í landskappingini.

WU19 landsliðið skal til Litava at spæla tveir vinardystir, ið verða leiktir 22. og 24. september.

WU19 landsliðið skal, í heyst, spæla EM undankapping, og fyri fyrstu ferð skulu tær spæla í A-deildini. Hesir venjingardystir eru fyrireiking til ta kappingina.

NSÍ ynskir Jonnhild og hinum í hópinum bestu eydnu!

Líknandi tíðindi