NSÍ-DAGUR og eyka tilmeldingardagur hósdagin kl 17.00-18.00

Hósdagin 29 apríl verður NSÍ-Dagur og eyka tilmeldingardagur við Løkin. Her er so møguleiki at melda til hjá øllum, sum enn ikki hava gjørt tað. Øll sum melda til fáa spæliblusu og shorts frá felagnum.

Til ber at gjalda luttøkugjald umvegis heimasíðuna Spjaldur skipanina, og ber til at gera hettar á heimasíðuni hjá NSÍ, ella á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. Eisini er møguligt at gjalda við gjaldskorti, um ynski er um tað.

Kaffi osv verður at fáa í kioskini, og okkurt verður til børnini eisini.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi