NSÍ hugnakvøld leygarkvøldið 22. oktober
Hugnakvøld við undirhaldi, tónleiki,sangi og dansi, verður leygarkvøldið 22. oktober kl 19.00 í Hæddini í Saltangará.
Til dansin spæla Jens Marni Hansen og Finnur Hansen.
Kostnaður 100 kr.
Møtið fjølment.
Hugnakvøld við undirhaldi, tónleiki,sangi og dansi, verður leygarkvøldið 22. oktober kl 19.00 í Hæddini í Saltangará.
Til dansin spæla Jens Marni Hansen og Finnur Hansen.
Kostnaður 100 kr.
Møtið fjølment.
Dysturin millum NSÍ og KÍ í morgin kl. 15 er fyrsti EFFO-deildar dysturin á nýggja graslíkisvøllinum við Løkin. Í hesum sambandi bjóða NSÍ og Runavíkar Kommuna ókeypis kaffi og kaku frá kl. 14. Eisini ynskir NSÍ, at so nógvir sum gjørligt av ungu leikurum felagsins møta og spæla á vøllinum fyrstu løtuna eftir kl. 14….
Síðan lutakastið var í kappingini um Løgmanssteypið hevur tað verið greitt, at vit skuldu tveir túrar til Suðuroyar innan fáar dagar. Í dag spæla vit ímóti TB í ársins fyrsta steypadysti, og mikudagin komandi spæla liðini landskappingardyst sama stað. Onkrar broytingar eru í hópinum, ið var sera nógv skerdur ímóti B36. Nikolaj Køhlert er við…
Hósdagin kl 15.00 hava leikarar brúk fyri allari hjálp teir kunnu fáa. Fyrri dysturin endaði 2-2 í Klaksvík, so útgangsstøðið til dystin er gott. Men uppgávan er trupul, og tískil hava leikarar brúk fyri øllum stuðli teir yvirhøvur kunnu fáa, so at NSÍ verður at síggja í steypafinaluni tann 26. august á Tórsvølli. Heitt verður…
So var aftur ein leikari, sum hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Hesuferð er talan um ein royndan leikara, sum nú loksins vendir heim til barndómsfelagið at spæla. Øssur Dalbúð hevur leikt 162 dystir í bestu deildini, og hevur skotið 57 mál hesar dystirnar, so talan er avgjørt um ein málrev, sum vit nú hava…
Dómarin Ransin Djurhuus valdi at avblása Vodafonedystin millum NSÍ og ÍF í kvøld við Løkin í Runavík, tá umleið 20 min vóru leiktur av fyrra hálvleiki. Orsøkin til, at dómarin valdi at avblásað dystin, var, at dómaratrioin hevði trupulleikar at síggja strikurnar, tí kavi hevði lagt seg á vøllin beint áðrenn, og meðan dysturin var í…
Liðskiparin á besta NSÍ-liðnum heldur, at talan hevur verið um eitt øðrvísi kappingarár í ár, har úrslitini hava verið ov svingandi. Men málið er heilt greitt enn, og tað er at enda millum fýra tey fremstu. – Vit hava vunnið sannførandi ímóti trimum teimum niðastu, men hinvegin hevur úrtøkan ímóti restini ikki verið nøktandi, sigur Klæmint…
Ongar vørur eru í kurvuni