Harry Knudsen: Ársins ungdómsvenjari

Á hugnaligari samkomu í kvøld, fyri ungdómsvenjarunum hjá felagnum, varð Harry Knudsen, valdur til ársins ungdómsvenjara 2011.

Í grundgevinginum fyri at velja Harry, legði ungdómsnevndin, dent á hesi viðurskiftir.

1. Ein støðugur venjari sum hevur vant í fleiri ár samanhangandi

2. Ein venjari sum hevur víst serstaka gott hegni sum “coach”

3. Ein venjari sum hevur ment lið og einstaklingar nógv innan stutta tíð

4. Ein venjari sum hevur megnað at skapa góða disiplin sum sæst aftur í góðari uppmøting, uppførslu bæði á og uttanfyri vøll og eitt vinnarlið

5. Ein venjari sum setur sjálvum krøv til fakligan førleika og víðarimenning sum venjari

Ungdómsnevndin var ikki í iva, tá hon metti at Harry, var tann sum best hevði rokkið omanfyrinevndu viðurskiftum.

Í ár hevur Harry vant A-piltaliðið hjá NSÍ. Tað hevur hann gjørt á ein hátt sum bæði felag, leikarar og foreldur seta stóran prís uppá.

Hjartaliga tillukku við heiðrinum Harry, og góða eydnu framyvir.

Líknandi tíðindi