Meinhard Olsen úttikin til U-17 landsliðið

U17 landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi  EM undankapping fyri U17 landslið í Luxembourg.

Tann bert 14 ára gamli Meinhard Olsen úr NSÌ, er millum teir 18 leikararnar sum venjarnir hava úttikið til U-17 landsliðið. Hann er yngsti leikarin á U-17 landsliðnum.

Meinhard spælir við dreingjaliðnum hjá NSÌ sjálvt um hann hevur smádreingjaaldur. Bæði í 2010 og í ár hevur Meinhard spælt við U-15 landsliðnum og var hann toppskjútti tá landsliðið luttók í Brøndby Cup í summar.

Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Norðurírlandi og Luksembourg til hesa kappingina. Dystirnir verða
leiktir soleiðis:

28. oktobur kl. 15.30: Frakland – Føroyar
30. oktobur, kl. 15.30: Norður Írland -Føroyar
02. novembur, kl. 18.00: Føroyar – Luksembourg

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mikudagin 26. oktobur og koma teir heimaftur 3 novembur.

Heimasíðan ynskir Meinhard, hjartaliga tillukku við úttøkuni og landsliðnum góða eydnu Ì EM kappingini í Luxemborg.

Líknandi tíðindi