NSÍ-dagar 2023!

Ein hjartanstøkk skal ljóð frá okkum í NSÍ til tykkum, ið hjálptu til ella luttóku til NSÍ-dagar 2023!

Byrja varð fríggjadagin við BoingBóltum og einum dysti við politikarum, vinnulívsfólki og annars kendum fólki um Runavíksleiðina. Ein sera góður dagur, og dysturin endaði 3-4 til lið svart.

FIFA-kapping var bæði fríggjakvøld og leygardagin, og nógvir luttakarar vóru við til kappingina. FIFA-kappingin var skipa í tveimum bólkum, 7-10 ár og 11-18 ár.

Leygardagurin var gongd á allan dagin. Byrja varð klokkan 10:00 við firmakapping, har ið vinnarnir vóru frá Holmbygging.

Klokkan 11:00 opnaði spæliland og tombulateltið við øðrum aktivitetum eisini, og har var væl vitja allan dagin.

Eisini var fótbóltur á vøllinum allan dag. Klokkan 09:00 var U7 gentur og U11 gentur kapping, og klokkan 11:00 var dystur hjá U16 gentum, ið endaði við 2-1 sigri til okkara gentur!

Betri kvinnur leiktu klokkan 14:00 í móti HB, og dysturin endaði við javnleiki 1-1, og við javnleikinum enn hava 2.plássi 3 stig frammanfyri HB

Klokkan 17:00 spældu 1.deild menn í móti EB/Streymi. Vann 1.deild menn, varð uppflyting tryggja, og teir lótu ongan iva verða, og vunnu heili 6-0 á EB/Streymi, og tryggjaðu sær uppflytingina.

Á sama hátt sum 1.deild menn, kundu 2.deild menn tryggja sær uppflyting við at vinna á 07/Vestur. Aftur eins og 1.deild menn lótu teir ongan iva verða, og vunnu stórsigur, 5-0, á 07/Vestur.

Góður stemningur varð við Løkin leygardagin 16.09, og klokkan 22:00 varð fýrverk skotið fyri uppflytingunum.

NSÍ-dagarnir endaðu við PubQuiz og syng við.

Enn einaferð takk fyri til tykkum, ið hjálptu og luttóku til NSÍ-dagar 2023

SAMAN STANDA VIT STERK!

Myndirnar eigur Hjalmar Jóhan Juul.

Fleiri myndir fara at koma á Facebook vanga hjá NSÍ.

– NSÍ

Líknandi tíðindi