Navigare nýggjur høvuðsstuðul hjá NSÍ

Tað gleðir okkum at kunngera, at Navigare og NSÍ hava gjørt eina avtalu, sum merkir, at Navigare er nýggjur høvuðsstuðul hjá NSÍ næstu tvey árini.

Navigare er ein lokal fyritøka, ið varð stovnað í 1966. Seinnu árini er fyritøkan vaksin nógv, soleiðis at Navigare í dag er ein stór og sterk fyritøka, ið eigur 13 skip og hevur umleið 200 fólk í starvi.

NSÍ hevur brúk fyri sterkum viðspælarum, ið kunnu vera við til at føra felagið upp aftur í toppin av føroyskum fótbólti. Avtalan við Navigare er eitt stórt fet á leiðini.
Vit síggja fram til eitt sera gott samstarv.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi