Móttøka fyri dreingjum U-12 verður mánakvøldið 13 august kl 20.00 í NSÌ hølunum

Í samband við at okkara dreingir U-12 hava verið á Árhus Football Festival í Danmark og hava fingið sera gott úrslit, skipar ungdómsnevndin fyri móttøku fyri dreingjunum mánakvøldið 13 august kl 20.00 í NSÌ hølunum.

Foreldur og onnur avvarðandi hjá dreingjunum eru hjartaliga vælkomin. Onnur áhugaði eru eisini hjartaliga vælkomin. Leikarnir vera bidnir um at vera í líka búna og at hava medaljur og steyp við.

Ábit og okkurt at drekka verður at fáa og myndir frá ferðini verður at síggja og formaðurin kemur at siga nøkur orð.

MYND: Felagsmynd av báðum liðunum sum vóru á Århus Football Festival

 

Líknandi tíðindi